Kjartan: Vit fara eftir tveimum stigum

- Nú eru vit trøllvaksnir menn og nú fara vit eftir stigum, sigur føroyski lyklaleikarin

Mynd av Kjartani Johansen í dysti ímóti Ísrael á U21 landsliðnum í 2017 - Nú er hann góð tvey ár eldri og vil skapa úrslit við manslandsliðnum

Mynd av Kjartani Johansen í dysti ímóti Ísrael á U21 landsliðnum í 2017 - Nú er hann góð tvey ár eldri og vil skapa úrslit við manslandsliðnum

Dysturin Føroyar - Montenegro verður leiktur klokkan 18.30 í kvøld - FM1 sigur beinleiðis frá

Kjartan Johansen sigur við in.fo eftir venjingina mikudagin, at hópurin er ógvuliga spentur áðrenn dystin ímóti Montenegro hóskvøldið. Í heyst spældu Føroyar javnleik á útivølli í Montenegro, og Kjartan Johansen sigur at føroyingarnir vilja hevna at tað ikki gjørdist til sigur, áðrenn hann ásannar at tað vilja montenegrar eisini.

Har stendur nógv upp á spæl, ger strandingurin greitt.

-Teir spæla fyri at spæla seg til EM og vit spæla fyri at sleppa undan at skula spæla undankapping til næstu undankappingina, sigur høgri bakkurin og sipar til at Føroyar við einum stigi afturat helst tryggjar sær beinleiðis pláss í næstu undankappingini.

-Tað ger at vit fara burtur frá hesum at hugsa um avriki fyrst og fremst. Nú eru vit trøllvaksnir menn og nú fara vit eftir stigum, sigur høgri bakkurin, sum hevur verið sera týðandi í undankappingini, ikki minst við tveimum stórum avrikum ímóti Ukraina í apríl.

Hetta er fyrstu ferð í átta ár at Føroyar spæla undankapping til eitt endaspæl, og Kjartan Johansen vónar at Føroyar spæla undankapping aftur í heyst.

Strandingurin spælir dagliga í norska felagnum, Viking, og hann greiðir frá at har lata tey eisini væl at føroysku avrikinum og støði, sum føroyskur hondbóltur er á nú.

Sjálvur hevur Kjartan Johansen eisini fingið rós fyri síni avrik í undankappingini, og leikarin sjálvur er sera nøgdur við sín leiklut.

-Eg havi fingið ein leiklut sum hóskar væl til mín, tað hevur riggað væl og eg havi fingið tað at hanga væl saman, og eg vóni at tað fer eisini at rigga væl í morgin, sigur bakkurin.

Um Kjartan Johansen er eisini serstakliga bjartskygdur undan dystinum í morgin.

-Eg haldi eg havi størri vónir til dystin enn venjaratoymið ætlar, flennir strandingurin og leggur afturat: - Eg eri ein droymari og vit fara sjálvandi eftir tveimum stigum, sigur Kjartan Johansen við sannføring.

 

Mynd av Kjartani Johansen í dysti ímóti Ísrael á U21 landsliðnum í 2017 - Nú er hann góð tvey ár eldri og vil skapa úrslit við manslandsliðnum