Klædnahandilin hjá Hans Joensen er seldur

Bergur Ryggstein er nýggjur eigari

Bergur Ryggstein í Havn hevur keypt vælkenda klædnahandilin Hans Joensen á Hálsi, sum Hans Joensen hevur átt og rikið í mannaminnir.

Hans Joensen á Hálsi er ein sera kendur klædnahandil, sum umboðar fleiri vælkend og avhildin klædnamerkir. Úr rúgvuni kunnu t.d. teir lekkru klædningarnir frá Digel og tær vælumtóktu cowboybuksirnar frá Mayer nevnast.

Við nýggja eigaranum fer klædnahandilin at halda fram, júst sum vit øll kenna hann, verður sagt.

– Tað er við størstu virðing og stoltleika, at eg nú yvirtaki klædnahandilin hjá Hans Joensen. Talan er um sera vælkendan klædnahandil, sum er kendur fyri at nøkta einhvønn tørv hjá viðskiftafólkunum; eisini tá tað snýr seg um starvsfólkaklæðir. Soleiðis verður eisini framyvir, sigur Bergur Ryggstein.

Hans Joensen, sum nú hevur selt sítt lívsverk og verður pensioneraður, er sera fegin um, at klædnahandilin fer at halda fram sum áður.