Seinasta heilsan til Reimar

Góði Reimar, ein seinasta heilsan frá tínum góða vini Birgiri.

Vit vóru saman í mangari ferð, ei mín frændi skiljast vit her.

Tað kennist ógvuliga hugtungt og møtumikið, at skula skriva minningarorð um ein sera góðan vinmann, sum farin er, einans 26 ára gamal.

Eg veit ikki hvussu mann skrivar minningarorð. Eg havi ikki havt tørv á tí fyrr, tíbetur, men eg haldi ikki at eg kann lata hetta fara afturvið borðinum, uttan at hava sent tær eina seinastu heilsan.

Reimar Napoleon Djurhuus føddur 25-10-1986, sonur Nemus Napoleon Djurhuus og Rúnu Mortensen. Næst yngstur av fimm systkjum. Fýra beiggjar og ein systir.

Reimar var ein maður sum fekk eina sera harða byrjan uppá lívið. Hann varð ov tíðliga føddur.

Harumframt var hann so lítil, at spurningurin var um hann fór at yvirliva. Sum stein omaná byrðu fekk hann meningittis, og heilt illa stóð til, men hetta kláraðu hann og mamman, Rúna, tó eisini at basa. Tey vóru saman í mongum vási.

Tað steðgaði ikki her tíverri. Sum 9 ára gamal mátti hann skurðviðgerast fyri trupulleikar í báðum beinum, hælsinunum, og var hetta nakað sum hann merkti aftur javnan. Ongantíð klagaði hann tó, var altíð treystur og harður, hann var eingin gomul kona sum hann plagdi at taka til.

Reimar og eg høvdu nógv í felag, og fer saknurin hjá mær tí at merkjast, og merkist sum er, á so mongum økjum.

Vit vóru báðir fjallmenn inni á Sundi, har vit eisini plagdu at fletta saman hvørt heyst, koyra súrhoyggj og rokast við tí sum har til hoyrir.

Reimar var bara 13 ár tá hann spurdi meg, um hann kundi sleppa við á fjall við okkum inni á Sundi. Hann segði at hann altíð hevði vilja verið fjallmaður. Hann var eisini sera væl dámdur inni á Sundi og eisini har ein álitismaður.

Innløgu-hugurin sást tíðliga, og hetta at verða úti í náttúruni, og at verða partur av náttúruni, var nakað sum Reimar dámdi væl og tók til sín.

Tað mundu heldur ikki verða nógvar grindir sum fingu frið fyri Reimari, altíð klárur og altíð har sum mest rok var. Í hesum sambandi kann verða stuttligt at nevna, at honum dámdi slettis ikki spik, men hóast tað so dugdi hann at hagreiða tað sum fáur.

Vit kvóðu eisini saman í Dansifelagnum í Havn hvønn vetur, saman við nógvum øðrum góðum fólkum, sum eisini sakna Reimar nógv.

Men eg vil siga, at tað serliga er í Sjónleikarhúsinum at vit merkja Reimarsa fráveru mest.

Hann var ein maður mann altíð kundi heita á til at hjálpa. Hann segði ongantíð nei, var altíð fúsur at geva eina hond og plagdi at siga ”Harra Gud, tað skal bara gerast, hvat feilar” ??

Tað gongur ikki dagur enn, hóast at liðið er væl meira enn eitt ár, at eg ikki hugsi, nú má eg heldur ringja til Reimar, so kunnu vit fáa greiði á hesum, ella hetta mann Reimar finna útav, men so kemur tann kaldi, keðiligi og ikki minst syrgiligi veruleikin framm aftur, sum sigur at so verður ikki.

Ongin Reimar er longur at heita á.

Tað kennist so óveruligt, tí ung fólk eiga ikki at fara á henda hátt, men ongin veit á morgni at siga hvar hann á kvøldi gistur.

Soleiðis var eisini henda fríggjadagin 13. septembur 2013.

Telefonin ringdi ca. kl 14.30. Eg hevði verið norðuri í Klaksvík í arbeiðsørindum, og var staddur í Sundalagnum tá boðini komu.

Tað var Janus Kamban, sum segði, at Reimar var deyður í einari arbeiðsvanlukku, fyri umleið 1 tíma síðani.

Beint áðrenn høvdu Hanus á Sundi og eg tosa um, at vit fjallmennirnir skuldu hittast í 60 ára veitslu hjá honum í desembur, og hetta skuldi verða eitt stuttligt kvøld norðuri í Klaksvík. Soleiðis bleiv ikki, tíverri.

Ongantíð havi eg kvøðið Runtsivalsstríðið við tyngri huga enn tann dagin í Vesturkirkjuni, tá vit fylgdu Reimari á hansara seinastu ferð.

Tó haldi eg at kvæði var sera væl valt, tí nógvar kempur fóru í Runtsival, og ongin teirra kom heim aftur.

Okkara Reimar fór eisini í Runtsival, og hann kom heldur ikki heim aftur.

Hann var eisini ein kempa.

Góða Rúna og góði Nemus.

Tann missur sum tykkum hevur verið fyri, er okkum ikki møguligur at fata, ella skilja. Mann leitar eftir einari meining í øllum hesum syrgiliga og keðiliga. Trupulleikin er bara, at tað er eingin meining í tí sum hendur. Slíkt hendur bara, og tað er einki at gera við tað. Tíverri !

Eg havi eingi orð, ið kunnu troysta tykkum, ella lætta tykkara sorg, og fari tí heldur ikki at royna.

Eg vildi ynskt at eg kundi.

Turpin, Ransin, Drós og Ríkin. Bert er bróðurleyst bak, og varð hetta bróður at missa.

Eg eri glaður fyri at eg slapp at kenna Reimar, og at hava hann sum ein góðan og

hollan vin gjøgnum mong ár.

Eg vildi ynskt at árini gjørdust nógv nógv fleiri.

Tann seinasti dansurin er troðin, tað seinasta kvæði er kvøðið , og tann seinasta gongan er rikin á hesum sinni.

Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið um mín góða vin Reimar Napoleon Djurhuus.

Birgir