Myllan hitar hús í Nólsoy í summar

– Vit hava havt ymsar avbjóðingar, men vit vænta at myllan fer at framleiða heitt vatn í summar í hvussu so er.

– Vit hava havt ymsar avbjóðingar, men vit vænta, at myllan fer at framleiða heitt vatn í seinasta lagi í summar.

 

Tað sigur Bjarti Thomsen, sum er ein av teirra handan vindmylluætlnanina hjá Nólsoyar Orkufelag í Nólsoy.

 

Tað var 5. apríl í 2011, at fyrstu lutirnir til vindmylluna komu til Nólsoyar. Keyptar vórðu tvær vindmyllur. Onnur er sett upp, hin skuldi nýtast til eykalutir.

 

– Vit hava havt trupulleikar við strýringum, serliga við at fáa hana í gongd, tá nógvur vindur er. Vit hava fingið nakrar eykalutir, sum skuldu bøtt um hesar trupulleikarnar. Trupulleikin er ikki heilt loystur enn, men tað verður í øllum førum í summar, at vit kunnu fara í gongd við at lata heitt vatn til tey húsini, sum eru bundin í skipanina, sigur Bjarti Thomsen.

 

Stig varð tikið til verkætlanina sum partur av eini norðurlendskari verkætlan at gera Nólsoynna til eina grøna oyggj fyrst í hesi øldini. Nólsoyar Orkufelag fekk 1,8 milliónir krónur í stuðuli úr Innlendismálaráðnum til verkætlanina. Ætlanin var at binda 40 hús í skipanina í fyrstu syftu, men tann ætlanin er slept, tí bert átta hús eru í skipanini, sum nú er klár – og sum sambært Bjarta Thomesen fer at framleiða hita til tey átta húsini í seinasta lagi í summar.