Klaksvík letur stovnar aftur

Klaksvíkar kommuna hevur í samráð við leiðslurnar í kommununi og Norðoya Bú- og Heimatænastu valt at steingja og avmarkað dagliga virksemi í Klaksvík, nú corona herjar

Klaksvíkar kommuna hevur í dag umrøtt sín leiklut, um hvussu kommunan best kann fyribyrgja og avmarkað smittuvandan av Covid19, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.

Tiltøkini, sum verða sett í verk, eru galdandi frá fríggjadegnum 13. mars til sunnudagin 29. mars.


Øll starvsfólk heim at arbeiða

Við nøkrum einstøkum undantøkum arbeiða starvsfólk ikki á sínum vanliga arbeiðsstaði. Dentur verður lagdur á, at hetta ikki er frítøka fyri arbeiði, men at arbeiðsstaðurin verður fluttur heim í tann mun tað er møguligt. 

Uttanlandsferðir og skeiðsvirksemi avlýst
Øll starvsfólk, ið eftir ætlan skulu uttanlands vegna kommununa, verða biðin um at avlýsa ferðina. Eisini verður heitt á starvsfólk um at avlýsa alt skeiðsvirksemi og fundir. 

Fólk, ið hava verið uttanlands, skulu ikki koma til arbeiðis
Starvsfólk, sum hava verið uttanlands hesa seinastu vikuna, verða biðin um ikki at koma til arbeiðis komandi 14 dagarnar.

Dagstovnar steingja
Dagstovnaøkið, Húsið, barnatannrøktin og frítíðarskúlin hjá Klaksvíkar kommunu steingja virksemið. Um tørvur er á at gera brúk av hesum tilboðum, skulu foreldur/verjar venda sær til viðkomandi leiðara. Heitt verður á foreldur/verjar um einans at gera brúk av hesum møguleika, um ongin onnur loysn er.
 

Býarbussar og serflutningur steðga allari koyring
Klaksvíkar Svimjihøll, ítróttarhallirnar, Klaksvíkar bókasavn, Kvøldskúlin og Tónlistaskúlin lata aftur

Býráðsfundur og nevndarfundir í mars verða avlýstir

Búplássini á eldraøkinum steingja fyri vitjandi
Fyri at verja okkara eldru borgarar á eldraøkinum verður stongt fyri vitjandi á øllum bústovnum hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu. Í átrokandi førum kunnu avvarðandi venda sær til viðkomandi leiðara, har onnur avtala kann verða gjørd.

Umlætting
Norðoya Bú- og Heimatænasta tekur ikki nýggjar borgarar til umlætting.


Miðlan letur aftur
Avgreiðslan í Klaksvíkar kommunu er skerd, og tí letur avgreiðslan í Miðlan aftur. Tó svarar telefonin 410000 yrkadagar frá kl. 10.00 til 15.00. 

Kjatt-linja í boðklivanum á facebook
Starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu og allir borgarar í kommununi fáa møguleika at seta spurningar, sum viðvíkja átøkum hjá Klaksvíkar kommunu í samband við Covid19. Hesir spurningar kunnu setast í boðklivanum hjá Klaksvíkar kommunu á facebook, og verða svaraðir eftir besta førimuni, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu á heimasíðuni.