Allir næminar skulu hava umstøður at mennast

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur fingið tilmæli um sernámsfrøðiliga økið innan fólkaskúlan.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur fingið tilmæli um sernámsfrøðiliga økið innan fólkaskúlan.

 

– Eg havi eitt stórt ynski um, at allir næmingar, eisini tey við serligum tørvi, fáa góðar umstøður at mennast, læra og trívast í fólkaskúlanum. Fleiri átøk eru framd til tess at røkka hesum máli, og eg haldi, at vit eru á rættari kós, men arbeiðið at bøta um og menna sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlanum heldur alsamt fram. Tí eri eg sera fegin um at fáa hetta tilmælið og vóni at kunna seta skjøtil á tilmæltu átøkini innan heilt stutta tíð, segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, tá ið hann fekk handað tilmæli um sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlanum.

 

Týsdagin fekk Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum handað tilmæli um sernámsfrøðiliga økið innan fólkaskúlan, sum í høvuðsheitinum snýr seg um tey innihaldsligu, løgfrøðiligu, fíggjarligu og bygnaðarligu viðurskiftini, sum skapa grundarlag fyri, at farast kann undir at skipa sernámsfrøðiliga økið betur.

 

Tilmælið fevnir um 29 minni og størri átøk, sum mælt verður til at seta í verk innan rímiliga tíð. Tað, sum fyllir mest, er at fáa endurskoðað lóggávuna, sum viðvíkur tí sernámsfrøðiliga økinum, har eisini verður mælt til, at ST-sáttmálin um rættindi hjá teimum, ið bera brek, verður tikin við í endurskoðanini av lóggávuni. Mælt verður samstundis til, at umhugsa gjølla, hvussu vit hava og eiga at íverkseta inklusjónshugtakið við atliti at tí føroyska samfelagnum og tí serstøku føroysku skúlamentanini.

 

Lutfalsliga nógvir næmingar ganga í tí vanligu skúlaskipanini, samanborið við okkara grannalond, meðan minni enn 1% av næmingunum ganga í serskúla. Hetta setur stór krøv til at skipa tað sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlanum so væl sum til ber í neyvum samstarvi og greiðum uppgávu- og arbeiðsbýti millum førleikastovur og Sernám, so at tað fakliga og fíggjarliga tilfeingið verður gagnnýtt á bestan hátt næmingunum at frama.