Klaksvíkin fær nýtt kappróðrarneyst

Í Klaksvíkar Róðrarfelag fegnast tey um, at glið nú er komið á ætlanina at byggja nýtt róðrarneyst.

 

 

 

- Sáttmálin um bygging av nýggjum róðrarneysti varð undirskrivaður við móttøku í Biskupstorgi í Klaksvík í gjár. Til hátíðarhaldið vóru umboð fyri kommununa, arbeiðstakarar og nevndin í kappróðrarfelagnum.

Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag, og tey vísa eisini á, at tað er Malltek Byggivirkið Sp/f, sum er høvuðsarbeiðstakari í verkætlanini.

- Verkætlanin er ment í tøttum samstarvi millum Klaksvíkar Róðrarfelag, Klaksvíkar býráð og Henning Larsen Arkitektar, sum eisini hava staðið fyri miðbýarverkætlanini. Tískil fellur nýggi bygningurin væl inn í miðbýarmyndina.

Í Klaksvíkar kommunu vísa tey á, at íblásturin til nýggja róðrarneystið í fyrsta lagi tekur støði í kappróðrinum, men eisini í umhvørvinum, soleiðis at siðbundna myndin við neystalonum verður varðveitt og nútíðargjørd.

- Eg fegnist um, at verkætlanin nú er komin so mikið lagt, at byggingin kann fara í gongd, soleiðis at kappróðrarfelagið kann fáa nýggj og prýðilig hølir, mitt í hjartanum í býnum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Nevndin í Klaksvíkar Róðrarfelag var væl umboðað til hátíðarhaldið í gjár, og har gleðast tey um, at glið nú er komið á verkætlanina.

- Virksemi er í neystinum mest sum hvønn dag á árinum. So fyri okkum í róðrarfelagnum hava góðir karmar alstóran týdning. Eisini hevur tað týdning, at okkara bátar standa væl. Vit gleðast sjálvsagt um at fáa eitt nútímans neyst at virka í, sigur Sonja Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag.

Tað var annars eitt samt býráð, sum í fíggjarætlanini setti sjey miljónir krónur av til nýtt róðrarneyst. Fyrsta stig í verkætlanini er, at Kanjon skal gera útfyllingina, har neystið skal byggjast, og síðan verður farið undir at byggja nýggja róðrarneystið.