Klárt at skriva undir neyvætlan

Eitt fullmannað býráð Í Runvík tók á býráðsfundinum í gjár einmælt undir við, at borgarstjórin fær heimild til at skriva undir eina neyvætlan (deteilprosjektering) av nýggja svimjihylinum

Síðani BBP-Arkitektar vunnu arkitektakappingina, um svimjihøll í Runavíkar kommunu, hevur samskifti verið ímillum partarnar.

Eftir drúgvar samráðingar var uppskot til avtalu, um neyvætling (deteilprosjektering) á skrá, nú almennur býráðsfundur varð hildin seinrapartin í gjár. Mentanarnevndin og fíggjarnevndin høvdu viðgjørt avtaluna frammanundan fundinum, og báðar nevndirnar stuðlaðu málinum, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.

BBP-Arkitektar og umsiting og ráðgevar hjá Runavíkar kommunu høvdu eisini viðmælt ætlanina.

Væntað verður, at neyvætlingin er liðug stutt eftir ársskiftið 2020/2021, og tástaðni er ætlanin búgvin at bjóða út á byggimarknaðinum. Hvør ið politiska støðan verður til málið til ta tíð, veldst um kommunuvalið næsta heyst, skrivar kommunan. Fyribils snýr málið seg um eina avtalu um neyvætling.

Onnur geil i málinum er byggingin, sum støða skal takast til av einum nývaldum býráði fyrst í 2021.