Løgmaður 395 milliónir við síðuna av

Sambært Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, so er tað eitt sindur ógreitt, nær norðoyingar og vágafólk – eins og øll onnur – kunnu rokna við at sleppa at koyra ókeypis gjøgnum undirsjóvartunlarnar.

 

Ført hevur verið fram seinastu tíðina, at tað ikki er nóg mikið, at lánini hjá Norðoya- og Vágatunlinum eru niðurgoldin, men at landið eisini skal hava partapeningin upp á tilsamans 395 milliónir krónur aftur, áðrenn ókeypis verður at koyra gjøgnum tunlarnar. Men hesum hava ávísir politikarar afturvíst.

 

Poul Michelsen, løgtingsmaður, hevur tí sett løgmanni ein skrivligan fyrispurning, har hann biðjur løgmann greina hetta mál. Og tað ger løgnaður í svari, sum hann hevur sent Poul Michelsen 16. august í ár.

 

Niðurstøðan hjá løgmanni er púra greið: Norðoyingar og vágafólk - eins og øll onnur – sleppa ikki at koyra ókeyps gjøgnum tunlarnar fyrr enn bæði lánini – og partapeningurin upp á tilsamans 395 milliónir krónur eru goldnar aftur. Soleiðis mugu vágafólk og norðoyingar smyrja seg við, at tey skulu gjalda tunnilsgjald í fleiri ár eftir, at lánini eru niðurgoldin.

 

Men í einum tíðindaskrivi frá løgmanni 22. august hevur hann broytt støðu. Undir yvirskriftini »Risa verkætlan uttan alment veðhald« har hann fegnast um uppskotið hjá Kára P. Højgaard, sum hann heldur vera bestu og einastu loysnina um fast samband undir Tangafjørð og Skálafjørð sigur hann, at norðoyingar og vágafólk ikki skulu gjalda partapeningin upp á 395 milliónir krónur aftur í landskassan.

 

»...við hesi loysn verða Norðoyartunnilin og Vágatunnilin ikki settir í veð, og verða eftir ætlan ein partur av tí almenna vegakervinum, tá lánini eru niðurgoldin«.

 

Spurningurin er so, hvør útmelding hjá løgmanni er tann rætta. Annað svarið er rætt, og hitt svarið er skeivt!