Knút Olsen fekk heiðursgávu

Í sambandi við árliga kórfestivalin um vikuskiftið, sum varð hildin í Løkshøll í Runavík, og har 14 kór vóru við, avgjørdi Konsertfelagið at lata eina heiðursgávu í navni Ólavi Hátúns, sála, sum minni um hendan merkismann innan føroyskan kórsang

Nevndini í Kórsambandi Føroya varð litið upp í hendi at gera av hvør skuldi fáa hesa heiðursgávu. Nevndin avgjørdi at lata Knúti Olsen hesa heiðursgávu, verður sagt í tíðindaskrivi. Við hesi grundgeving:

"Í ein mannsaldur hevur Knút Olsen ríkað føroyskan tónleik og serliga kórtónleik við sínum løgum. Løgini hjá Knúti útfylla á besta hátt tað tónleikaliga tómrúm, sum var millum fyrstu ættarliðini av tónaskøldum og hansara. Fólksligi kórtónleikurin hevði mangan verið fátækur uttan Knútsa ískoyti til føroysku tónleikasøguna. Nevndin í Kórsambandinum hevur tí avgjørt at Knút Olsen skal fáa hendan heiður, sum Konsertfelagið hevur latið til minnis um kórmannin og kórleiðaran Ólav Hátún, sum andaðist fyri ólavsøku í fjør."