Løkke ynskir Akseli tillukku

– Eg gleði meg til samstarvið við nýggja løgmannin og til samstarv millum donsku stjórnina og nýggja landsstýrið.

– Eg gleði meg til samstarvið við nýggja løgmannin og til samstarv millum donsku stjórnina og nýggja landsstýrið.

 

Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, sum ynskir nýggja løgmanni Føroya tillukku við embætinum.

 

Forsætisráðið skrivar í stuttum boðum til miðlarnar í kvøld, at forsætisráðharrin í dag hevur ynskt Aksel V. Johannesen tillukku við skipanini av nýggja landsstýrinum og við løgmansstarvinum.

 

Hann sigur í hesum sambandi, at hann gleðir seg til samstarvið við løgmann og nýggja landsstýrið.