KOKS fór eisini í veðurlagsverkfall

Føroyska matstovan stuðlar veðurlagnum

Hesa myndina legði KOKS út í dag

Hesa myndina legði KOKS út í dag

- Vit vera úti frá kontórinum hendan fríggjadagin hin 20. september fyri at streyka til framafyri veðurlagnum.

Hesi boðini skrivaði føroyska michelin-matstovan KOKS út til sínar nógvu fylgjarar á Facebook í dag.

Í meira enn eitt ár hava børn og ung úr øllum heiminum skulkað úr skúlanum fríggjadagar fyri at fara á veðurlagsverkfall. Seinastu tíðina hevur altjóða rákið breitt seg til fyritøkur eisini, og nú hevur KOKS eisini víst sín stuðul alment til veðurlagsaktivistarnar við at fara í verkfall.

Les eisini: Fleiri túsund børn og ung í veðurlagsverkfalli

Les eisini: Vit mugu gera okkurt nú

Hesa myndina legði KOKS út í dag