- Kom nú, bara eina øl aftrat!

Hvør hevur ikki hoyrt hesi orð vera søgd?

 

Tá ræður um alkohol, er tað ikki altíð nógmikið at siga ”nei takk”, sjálvt um tú ikki vilt hava meira. Ein nýggj spurnarkanning vísir nevniliga, at flestu ung hava upplivað at vera trýst til at drekka meira alkohol, enn tey annars høvdu hug til. - Kom nú, bara eina øl aftrat. Hetta er ein setningur, sum flestu ung í Danmark hava hoyrt, tá tey hava sagt, at tey ikki vildu meira.

Spurnarkanning, sum er gjørd millum 600 ung í aldrinum 20-25 ár, vísir, at 86 prosent av teimum ungu hava upplivað, at vinir hava roynt at fáa tey at drekka meira, enn tey sjálvi høvdu hug til. Tey, sum standa aftan fyri spurnarkanningina, eru Kræftens Bekæmpelse og alkoholátakið hjá TrygFonden, sum verður rópt ”Fuld af liv”.

Stóra talið av teimum, sum verða trýst til at drekka meira, órógvar verkætlanarleiðaran, Peter Dalum, sum heldur, at her er tørvur á einari mentanarbroyting, sum hann rópar tað. - Fyri tey ungu er tað ógvuliga týdningarmikið at passa inni í sosiala felagsskapin, og tíverri er alkohol ofta ein partur av hesum felagsskapi.

Peter Dalum sigur, at í átakinum ”Fuld af liv” verður arbeitt við meira rúmligari veitslumentan, har tey ungu ikki nýtast at greiða frá, um tey takka nei til alkohol. Hann vísir á, at ein frágreiðing frá 2017 um vanarnar hjá ungum vísir, at 64 prosent av teimum 15-25 ára gomlu halda, at neyðugt er við einari alkoholmentan, har øll góðtaka eitt ”nei” til alkohol.

Hóast nýggja kanningin vísir, at níggju av hvørjum tíggju ungum uppliva eitt trýst til at drekka meira, vísir kanningin kortini eisini eina mótsøgn spurninginum viðvíkjandi. 

Í nýggju spurnarkanningini siga bara helvtin av teimum spurdu, at tey hava roynt at fáa sínar vinir at drekka meira alkohol, enn tey sjálvi ynsktu. 

- Hetta merkir kortini ikki neyðturviliga, at tey ungu eru óreiðilig í sínum svarum í kanningini, sigur Jette Jul Bruun, sum er skipanarstjóri í TrygFonden.

Hon vísir á, at eitt trýst um at drekka meira alkohol nýtist ikki at vera sagt við orðum, tí talan er ofta um væntanartrýst - á donskum ”forventningspres” - og tí kunnu ung óbeinleiðis kenna seg trýst til sjálvi at drekka ella at keypa alkohol til sínar vinir. 

- Tað er meira sjáldan, at nakað ringt liggur í hesum trýsti, men hóast tað er hetta ikki í lagi, sigur Jette Jul Bruun og leggur aftrat, at væntanartrýst eisini er millum vaksin, og hetta skal eisini takast í álvara. - Men, tað er serliga týdningarmikið at gera nakað við hetta, tá talan er um ungdóm, har okkara alkoholvanar verða grundlagdir, sigur skipanarstjórin í TrygFonden.

Kræftens Bekæmpelse og TrygFonden hava í løtuni fokus á drekkitrýst millum ung við átaksfilminum, tey rópa ”Pølsepresser du?” Filmurin vísir, hvussu býtt tað í veruleikanum er, tá vit trýsta hvønn annan at drekka alkohol – og hvussu trupult tað kann vera at siga nei. 

Nýggja spurnarkanningin millum ung er ein kanning, gjørd umvegis netið. Tað var greiningarstovan Voxmeter, sum gjørdi kanningina fyri Kræftens Bekæmpelse og TrygFonden, og kanningin er umboðandi sambært krøvum til slíka, bæði landafrøðiliga og við atliti til kynsbýti.

Kelda: www.cancer.dk