Kommunala Eftirlitið blástemplar umstríddan sáttmála

Kommunala Eftirlitið hevur góðkent avrikssáttmála millum Klaksvíkar kommunu og Spaniastovu

Spaniastova hýsir konsertum, mentanartiltøkum og annað

Spaniastova hýsir konsertum, mentanartiltøkum og annað

Í januar mánaði í ár hevði Norðlýsið fleiri greinar um avrikssáttmála, sum var gjørdur millum Klaksvíkar kommunu og Spaniastovu. Sáttmálin tryggjaði Spaniastovu kommunalan stuðul í fimm ár. Norðlýsið samantvinnaði avrikssáttmálan við eina umskipan av ungdómsshúsi í Klaksvík, har nýggjur leiðari var settur, og har avrikssáttmáli samstundis skuldi vera gjørdur við privata felagið hjá fráfarandi stovnleiðaranum.


Umrøðan fekk Kommunala Eftirlitið at biðja Klaksvíkar kommunu um eina frágreiðing um viðurskiftini og um at fáa øll skjøl í málinum.

Í svarskrivinum sigur Klaksvíkar kommuna millum annað, at stuðulin til Spaniastovu er ein partur av nátúrliga kommunala virkseminum, og at hetta er ein partur av kommunufulltrúnni. Kommunan metir, at Spaniastova hevur týdning fyri mentanarumhvørvið í Klaksvík, og við avrikssáttmálanum rindar kommunan felagnum eina mánaðarliga upphædd fyri at veita eitt ávíst tal av mentanarupplivingum.
 
Nú hevur Kommunala Eftirlitið gjørt niðurstøðu í málinum.

– Soleiðis sum málið er lýst, metir Heilsu- og innlendismálaráðið, at stuðulin til Spaniastovu hevur heimild í kommunufulltrúnni, og at grundarlag ikki er fyri at halda, at kommunan hevur stuðlað Spaniastovu í stríð við lóggávuna. Soleiðis um málið er lýst er ei heldur grundarlag fyri at halda, at samanhangur er ímillum stuðulin til Spaniastovu og umleggingina av ungdómshúsinum, skrivar Kommunala Eftirlitið.

Spaniastova hýsir konsertum, mentanartiltøkum og annað

Brot úr einari av greinunum í Norðlýsinum um málið