Kommunur skrúva fyri vatninum

Tvær kommunur hava sett átøk í verk fyri at spara upp á vatn

Flestu føroyingar munnu hava notið tað góða veðrið, ið hevur verið seinastu vikurnar, men summastaðni skapir tað eisini avbjóðingar.

Tvær kommunur boða í hvørt fall frá, at nú er neyðugt hjá borgarum at spara upp á vatn, tí turkur er í økinum.

Í gjár heitti Sunda kommuna á borgararnar í Langasandi og Hósvík at spara vatn meðan turkur er. Og í dag boðar kommunan frá, at tey í hesum sambandi seta nýggj átøk í verk.

- Skrúvað verður fyri vatninum í Hósvík frá kl. 23.00 á kvøldið til kl. 06.00 á morgni, so leingi turkur er. Eisini verður heitt á borgararnar í Hósvík um at kóka vatnið, skrivar kommunan.

Sunda kommuna er ikki einasta kommuna, ið hevur trupulleikar av góða veðrinum. Eisini í Kvívíkar kommunu verður skrúvað fyri vatninum í eini av bygdunum í kommununi.

- Nú turkur hevur verið í nógvar dagar, er vatntrot í Leynum. Ógvuliga lítið vatn er í ánni og tískil rennur lítið vatn í brunnin. Til tess at tálma vatnnýtsluni og fyri at tryggja nøktandi nøgd av vatni, verður tí skrúvað fyri vatninum í Leynum frá kl. 23.30 til kl. 05.30, skrivar Kvívíkar kommuna.