Kommunurnar ikki tvingast saman

Men formaðurin í Sambandsflokkinum metir, at neyðugt er við størri eindum, um kommunurnar skulu fáa fleiri uppgávur

Tað hevur ikki verið nógv tos um kommunusamanleggingar síðan ein fólkaatkvøðu í 2012 staðfesti, at lítið áhugi var í flestu kommunum í landinum fyri samanleggingum.

Í síðstu viku bleiv evnið kortini tikið fram aftur, tá Johan Dahl, valevni hjá Sambandsflokkinum, í samrøðu við Sosialin segði, at hann metti at neyðugt er at leggja trýst á kommunurnar fyri at fáa fleiri samanleggingar.

Hetta tí at uppgávurnar, ið seinnu árini eru lagdur út til kommunurnar at umsita, eru so stórar og kostnaðarmiklar, at neyðugt er við størri eindum at lofta teimum.

Í samband við tíðindafundin hjá Sambandsflokkinum í morgun, har valskráin bleiv løgd fram, bleiv formaður Sambandsfloksins, Bárður á Steig Nielsen, spurdur um hansara støðu til kommunusamanleggingar.

Og har gjørdi hann greitt, at hóast hann hevði ynskt størri kommunalar eindir, so er tað ikki nakað, ið man frá landsins síðu skal tvinga kommunurnar til.

- Eg eri ikki fyri, at vit tvinga kommunur saman, men vit mugu fáa størri eindir, um tær skulu fáa fleiri uppgávur at umsita, segði formaðurin, og vísti á, at tær eindirnar antin kunnu vera størri kommunur ella størri samstarv millum verandi kommunur.