Løkke: - Onkur vil okkum ilt

- Hetta mugu vera fanatikarar, sum vilja okkum ilt, segði Lars Løkke Rasmussen á tíðindafundi.

 

Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, kondolerar tey eftirsitandi eftir bumbuálopini í  Sri Lanka, har í minsta lagi 207 fólk eru deyð, harav tríggir danir.

- Mín djúpasta samkensla fer til familjurnar hjá teimum raktu. Mítt hjarta grætur, sigur ein rørdur forsætisráðharri á tíðindafundi, sum hevur verið í kvøld.

Spreingingarnar í Sri Lanka raktu kirkjur og hotell í høvuðsstaðnum Colombo, eins og í býunum, Dehiwela og Negombo, sum liggja nær við høvuðsstaðin.

Á tíðindafundinum rópti forsætisáðharrin álopini fyri yvirgang.

- Hetta mugu vera fanatikarar, sum vilja okkum ilt, ið standa aftan fyri hetta, tá tað so bevíst verður farið eftir kirkjum og hotellum.

Hann vísti á, at málið má vera at gera ilt og skapa sundurlyndi, men hesum mugu vit ikki boyggja okkum fyri, segði hann.

- Vit mugu halda fast við rættin at liva tað lív, vit hava rætt til, segði forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen sambært www.jv.dk á tíðindafundinum.

 

-