Kona Peter Madsen er í øðini

- Eingin tykkara hevði nakrantíð megnað at handfarið hetta, sum vit hava gjørt, sigur kona danska drápsmannin, Jenny Curpen.

 

Í dokumentarsending hjá Discovery Networks Danmark viðgongur Peter Madsen seg sekan í drápi.

Í dokumentarsending hjá Discovery Networks Danmark viðgongur Peter Madsen seg sekan í drápi.

 

Í dokumentarsendingini hjá Discovery Networks Danmark, sum varð send gjáramorgunin, svarar fyrrverandi kavbátaeigarin og drápsdømdi Peter Madsen ”ja”, tá hann verður spurdur, um hann drap ungu svensku tíðindakvinnuna, Kim Wall. Sendingin byggir á langar teleforsamrøður millum drápsdømda og journalistin, Kristian Linnemann.

Mikukvøldið eftir sendingina leyp kona Peter Madsen, russiska Jenny Curpen, rættiliga í krovið á journalistinum. Hetta er kvinnan, hann giftist við, eftir at hann var vorðin dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri drápið á Kim Wall.

Atfinningarnar hjá Jenny Curpen snúgva seg eitt nú um, at journalisturin, Kristian Linnemann, ikki skal hava fortalt Peter Madsen, at telefonsamrøðurnar, sum tilsamans vardu í meira enn 20 tímar, vórðu tiknar upp. 

- Hr. Linnemann hevur ongantíð sagt okkum, at hann tók samrøðurnar upp. Eg vil gera vart við, at alt tilfarið, hann liggur inni við, hevur hann útvegað sær ólógliga og við manipulatión, skrivar kona Peter Madsen á sínari Facebook-síðu.

Jenny Curpen vísir á, at í hennara eygum er atferðin Hr. Linnemann óetisk, óprofessionell, ábyrgdarleys og ikki til at góðtaka. Hon vísir á, at Kristian Linnemann setti seg í samband við hana, langt áðrenn hann setti seg í samband við Peter Madsen. Endamálið var at gera ein dokumentar. Men, hjúnini kveistraðu burtur ætlanina at viðvirka í einum dokumentari.

- Vit vilja ikki hava og hava heldur ikki brúk fyri slíkum uppmerksemi, og vit royndu at umgangast hetta so vítt, tað var møguligt. Einasta orsøk til, at Peter Madsen gekk við til at snakka í telefon við Kristian Linnemann, var, at Peter Madsen vildi snakka við journalistin um møguleikan at útgeva eina sjálvsævisøgu, skrivar Jenny Curpen.

Sambært kvinnuni, hevur hon fingið nógvar spurningar eftir dokumentarsendingina. Spurningarnir eru eitt nú, hvussu sendingin hevur ávirkað hjúnalarið, nú Peter Madsen viðgongur drápið.

- Eg má siga, at eg havi livað í einum heimi ”… af denne skyld… ” í trý ár, og eg kann vissa tykkum um, at eingin tykkara hevði nakrantíð megnað at handfarið hetta, sum vit hava gjørt, skrivar hon á sínari Facebook-síðu.

At enda sigur hon seg vera kedda um, at minnið yvir Kim Wall skal lýsast av danskari pressu, sum sambært henni sjálvari hevur ”virðiligheit og moral sum ein ruskspann…”, sum Jenny Curpen tekur til.

Danska blaðið BT hevur roynt at fingið viðmerkingar frá journalistinum, Kristian Linnemann, men sambært heimasíðuni hevur tað ikki latið seg gera.

Men, í einum skrivligum svari til BT vísir redaktørurin á Discovery Networks Danmark, Tine Røgind Quist, øllum skuldsetingunum aftur. - Peter Madsen hevur heilt frá byrjan vitað, at hann snakkaði við ein journalist, og hann visti eisini, at áheitanin um samrøðu við journalistisk.

Redaktørurin sigur, at Peter Madsen hevur fingið at vitað, at samrøðurar vórðu tiknar upp, og hann hevur eisini givið loyvi til, at samrøðurnar vórðu brúktar í sendingini.

Í telefonsamrøðuni við journalistin, Kristian Linnemann, viðgongur Peter Maden fyri fyrstu ferð, at hann hevur dripið Kim Wall. Sjálvur sigur hann ikki beinleiðis orðini, at hann drap svensku tíðindakvinnuna í sjálvbygda kavbátinum, men hann svarar ”ja”, tá hann verður spurdur, um hann drap Kim Wall.

##med2##

 

 

Í dokumentarsending hjá Discovery Networks Danmark viðgongur Peter Madsen seg sekan í drápi.

Hetta er Facebook-síðan hjá konu Peter Madsen, Jenny Curpen.