- Tey, sum skulu ansa konu míni, hava fingið nakað at hugsa um, skal Tom Hagen hava sagt við løgregluna.

- Konan hevði kallað meg ísakaldan

- Hann er ísakaldur og fer ikki at betala. Soleiðis metti Tom Hagen í samrøðu við løgreglumann, at kona hansara hevði sagt um seg við hugsandi ránararnar.

- Tey, sum skulu ansa konu míni, hava fingið nakað at hugsa um, skal Tom Hagen hava sagt við løgregluna.

 

Tveir dagar eftir, at norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, var horvin úr heimi sínum í Lørenskog, spurdi løgreglan Tom Hagen, hvat kona hansara hevði sagt við møguligu ránararnar um hann sum persón og mann. Svarið var, at hon hevði sagt, at hann er ísakaldur og fer ikki at betala.

Tað veit VG at siga í kvøld.

Hesin spurningur var viðkomandi á tann hátt, at hugsandi ránararnir av ríkmanskonuni kravdu Tom Hagen eftir níggju miljónum evrum í loysigjaldi fyri at lata honum konu sína aftur. Í brævi, sum lá eftir í húsunum, tá konan var horvin, stóð eisini, at um Tom Hagen blandaði løgregluna upp í málið, var lívið hjá konu hansara í vanda.

Tað er ein fríggjadag í november í 2018, at Tom Hagen situr í einum hotellrúmi á sjeyndu hædd á Thon Hotel Arena i Lillestrøm saman við einum løgreglumanni. Tveir dagar frammanundan hevði miljarderurin sjálvur vent sær til løgregluna við boðunum um, at kona hansara var rænd.

"Tá vit síggja, at tú ert seriøsur við gjaldingum, vilja vit fara væl við konu tíni og fyrireika okkum til at lata hana leysa..." stóð sambært VG eitt nú í langa brævinum, sum varð skrivað á hálvbrotnum norskum.

VG skilir, at endamálið við fundinum í hotellrúminum henda dagin eitt nú var at greiða Tom Hagen frá, hvat skal til fyri at kunna samskifta við hugsandi mótpartin um bitcoin - og gjalda loysipeningin við monero. Miljarderurin bað eisini løgreglumannin um ráð, hvat hann skuldi gera. Men, fyrst fortelur Tom Hagen, hvussu hann heldur, at Anne-Elisabeth Hagen fer at reagera yvirfyri hugsandi ránarunum. VG veit at siga, at miljarderurin snakkar um, hvat hann heldur, at kona hansara fer at siga við tann ella tey, sum hava rænt hana.

Tom Hagen sigur, at kona hansara fer at siga, at hon hevur livað lívið - at maðurin er ísakaldur, og at hann ikki fer at gjalda. Hon fer eisini at spyrja, hvat endamálið tá er við at taka lívið av henni. Sambært VG lýsir hann konu sína sum snøgga og helst sterkari mentalt enn tann ella tey, sum hava rænt hana. Hann letur eisini upp fyri møguleikanum, at kona hansara kanska longu er í holt við at vinna teir.

VG sigur seg eisini hava fingið at vita, at Tom Hagen í seinni avhoyringum hevur endurtikið, at kona hansara er mentalt sterk. - Tey, sum skulu ansa henni, hava fingið nakað at hugsa um, skal miljarderurin hava sagt við løgregluna.

Orsøkin til, at løgreglumaður situr saman við Tom Hagen í einum hotellrúmi, er óttin fyri avleiðingunum, um løgreglan verður sædd saman við honum. Boðini í hóttanarbrævinum vóru ikki til at misskilja: Setti Tom Hagen seg í samband við løgregluna, var lívið hjá Anne-Elisabeth Hagen í vanda. Í dag heldur norska løgreglan, at hóttanarbrævið, sum Tom Hagen fann í heiminum hin 31. oktober í 2018, er partur av einari ætlan, sum hevði til endamáls at villleiða løgregluna - ella sagt neyvari var hetta partur av einari ætlan at krógva eitt dráp.

Tom Hagen sigur seg vera ósekan og sigur seg als einki hava við burturblívingina av konu síni at gera. Eftir at hann varð handtikin av løgregluni fyri einum mánaði síðan, skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp, varð hann kortini leyslatin aftur níggju dagar seinni. Tað var lagmannsrætturin, sum gav boð um at leyslata mannin, tí rætturin helt ikki, at løgreglan hevur nóg góð prógv ímóti miljarderinum. Tveir av trimum dómarum í rættinum hildu, at tað er meira hugsandi, at Tom Hagen er ósekur - enn sekur.

Løgreglan, sum í samband við leyslatingina eisini royndi málið í hægsta rætti, fekk ikki viðhald. Hægsti rættur staðfesti avgerðina hjá lagmannsrættinum, og tískil varð Tom Hagen leyslatin. Løgreglan ætlaði at handtaka mannin aftur beinanvegin, men hesum setti ríkisadvokaturin seg upp ímóti.

Í hotellrúminum í Lillestrøm sigur Tom Hagen við løgreglumannin, at hann kennir seg púrasta lamnan av tí, sum er hent. Her greiðir hann eisini frá sínum viðurskiftum til kryptovaluta og nevnir í hesum sambandi mannin í 30-árunum, sum løgreglan seinni hevur skuldsett fyri at hava ein leiklut í, at ríkmanskonan er horvin. Maðurin, sum hevur kunnleika til KT og kryptovaluta, sigur, at skuldsetingarnar hjá løgregluni ímóti sær eru púrasta burturvið - ja, hann rópti skuldsetingarnar hjá løgregluni beinleiðis absurdar. Maðurin í 30-árunum varð leyslatin dagin eftir, at hann varð handtikin.

Meðan Tom Hagen og løgreglumaðurin snakka saman, spyr miljarderurin sambært VG løgreglumannin, um hann heldur, at hugsandi ránararnir kanska við vilja hava latið honum eina næstan ómøguliga uppgávu upp í hendurnar.

Tom Hagen letur sambært VG løgreglumannin eisini vita, at hann ikki er førur fyri at avgreiða eina bitcoin-betaling sjálvur, og at hann tískil má fáa onkran at hjálpa sær. At síggja til er Tom Hagen fegin um, at onkur vil hjálpa honum við flytingum. Í samrøðuni skifta miljarderurin og løgreglumaðurin eisini orð um, hvat Tom Hagen skal siga, um hugsandi mótparturin ringir og kanska vil hava at vita, hvør hevur hjálpt honum. Her mælir løgreglumaðurin honum til ikki at svara spurninginum, um tað verður aktuelt.

Átta mánaðir eftir fundin í hotellrúminum er Tom Hagen í hølunum hjá norsku kriminalløgregluni í Oslo og flytir næstan 15 miljónir norskar krónur. Hetta verður gjørt, meðan kriminalløgreglufólk kring heimin fylgja við flytingini í royndini at avdúka móttakaran. Stutt frammanundan hevði hugsandi mótparturin sagt, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi, men fyri at fáa lívstekin frá henni, skuldi miljarderurin flyta hesar pengarnar. Síðan hevur einki verið at hoyrt til mótpartin aftur, veit VG í kvøld at siga.

 ##med2##

- Tey, sum skulu ansa konu míni, hava fingið nakað at hugsa um, skal Tom Hagen hava sagt við løgregluna.

Tað var í einum hotellrúmi á Thon Hotel Arena i Lillestrøm, at Tom Hagen og løgreglumaðurin hittust.