Konservativu fingu síðsta sessin eisini

Síðsta valdømið í Londin er nú upptalt, og tey Konservativu vunnu tann sessin eisini.

Flokkurin hjá Boris Johnson vinnur harvið stórt við 365 sessum og hevur avgjørdan meiriluta upp á 80 meira í Undirhúsinum.

Andstøðuflokkurin Labour fekk 203 sessir, Skotski Tjóðskaparflokkurin fekk 48 sessir, og Liberaldemokratarnir tryggjaðu sær 11 sessir.

Aðrir flokkar fingu hinar 23 sessirnar býttar millum eitt nú Demokratiska Uniónsflokkin, Plaid Cymru og Tey Grønu.

Tilsamans eru vald 650 fólk í tjóðartingið.

Síðsta valdømi at telja upp, var St. Ives í útsynningspartinum av Onglandi. Sambært BBC var úrslitið seinkað vegna ringt veður.

Í morgun var greitt, at tey konservativu og Boris Johnson vóru greiðir vinnnarar. Í sigursrøðu síni í morgun segði Boris Johnson, at Bretland fer úr ES 31. januar.

Tað verður endurtikið í røðu hansara seinnapartin, har hann samstundis takkar fyri stuðul og lovar, at stjórnin fer at arbeiða alt samdøgrið fyri at gjalda álitið aftur.

Síðani tosar hann til teirra, sum ikki hava valt Konservativa flokkin, og sum ynskja, at Bretland verður verandi í ES. Hann lovar teimum, at Bretland fer at samráðast við ES sum góðir vinir og javnsett.

Boris Johnson leggur dent á, at hann vil savna tjóðina.

 

/ritzau/Reuters