Korona fekk ávirkan á nýggja sáttmálan

Lønin er ikki roknað út í prosentum, men í krónum – og tey lægru løntu fáa meir enn tey hægru løntu

Nú er semja gjørt ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna, um nýggjan sáttmála.

Sáttmálin ímillum partarnar gekk út 1. oktober í fjør, og síðan tá hava partarnir verið á fimm samráðingarfundum, til teir, í morgun, skrivaðu undir semju um nýggjan sáttmála.

Í hesum sambandi hava partarnir ásanna, at búskaparligu framtíðarútlitini eru óviss í kjalarvørrinum á korona. Tískil samdust partarnir um at gera ein sáttmála, sum er galdandi í eitt ár, og sostatt fer hann úr gildið aftur longu tann 1. oktober í ár.

Nýggi sáttmálin byggir á eina lønarhækkan í krónum og ikki í prosentum, sum vanligt hevur verið. Og handverkarar í teimum lægru lønarbólkunum, fáa eina hægri lønarbólkar enn handverkarar í teimum hægru lønarbólkunum.

Tað merkir, at handverkarar á stigunum frá 1 til 27, fáa 795 krónur afturat um mánaðin og handverkarar á lønarstigunum frá 28 til 40, fáa 595 krónur afturat um mánaðin.

Á Myndini er tað, Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag, vinstrumegin og Danial Pauli Djurhuus, formaður í Landsfelag Handverkaranna, høgrumegin, við Anniku Olsen, forkvinnu í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, ímillum sín.