Korona: Føroyar seta eitt keðiligt met

Millum tey lond, sum Noreg helst fer at lýsa "reyð" í vikuni, eru Føroyar, sum í løtuni eru nógv harðari raktar enn onnur lond.

 

Seinnapartin í dag gjørdist greitt, at norski Fólkaheilsustovnurin fer at mæla norsku stjórnini til at lýsa seks evropeisk lond, seks regiónir í Svøríki og tvær regiónir í Danmark sum "reyð"øki.

Tað merkir, at tá fólk koma úr hesum londum ella regiónum til Noregs, noyðast tey í sóttarhald í Noregi.

Sambært Fólkaheilsustovninum í Noregi verður eitt øki mett sum "reytt", tá talið av smittaðum seinastu tvær vikurnar fer upp um 20 smittutilburðir fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Vit kunnu beinanvegin siga, at í so máta eru tølini yvir smittaði í Føroyum seinastu tíðina ikki serliga pen, tó at tey í løtuni eru minkandi.

Tølini, sum norski Fólkaheilsustovnurin byggir síni tilmæli á, eru hesi: 

Ísland (25,4)

Malta (58,6)

Háland (32,5)

Pólland (23,0)

Kypros (20,1)

Føroyar (205,4)

Regiónirnar í Svøríki, sum sambært Fólkaheilsustovninum eru reyðar, er hesar:

Eysturgotland (28,1)

Blekinge (29,5)

Värmland (20,2)

Uppsala (23,9)

Dalarna (26,8)

Örebro (29,8)

Regiónirnar í Danmark, sum eru reyðar, eru hesar:

Sæland, undantikið høvuðsstaðarøkið (26,5)

Miðjútland (42,3)