Korona ger truplar støður truplari

Ein kreppa rakar allar liðir í samfelagnum. Men fyri serliga sárbærar bólkar merkir korona-kreppan,

at truplar umstøður gerast enn truplari, siga Kvinnuhúsið og Amnesty International Føroyar

Sum COVID-19 hevur flutt seg frá landi til land, hevur tað víst seg, at ein óhugnaligur fylgisveinur fylgir við. Tølini fyri harðskap í nærsambondum hava víst seg at økjast munandi. Í Kina trýfaldaðust áheitanir til løgregluna um harðskap í februar, og í Onglandi, sum eisini er rakt av COVID-19, vísti seinasta vikan í mars, at áheitanir til kreppumiðstøðir eru øktar við einum triðingi. Harðskapur móti kvinnum vaks við 32 prosent í Fraklandi, og í Paris við heili 36 prosent longu ta fyrstu vikuna eftir landið var farið í “lock-down”, siga bæði Kvinnuhúsið og Amnesty International Føroyar í felags meiningarskrivi, sum kann lesast her.

– Kreppur føra til øktan harðskap, og kvinnur og børn, sum eru fyri harðskapi heima, eru serliga útsett í hesum døgum”, sigur leiðarin í donsku kreppumiðstøðini Danner, Lisbeth Jessen.

Almannamálaráðið hevur longu sett seg í samband við Kvinnuhúsið fyri at vita, um støðan krevur, at serlig tiltøk verða sett í verk. Boðskapurin hjá Kvinnuhúsinum er, at larmandi tøgnin í dag kann fara at vísa seg sum eitt nógv størri trýst um stutta tíð. Og tí er viðkomandi at seta tiltøk í verk nú.

Kvinnuhúsið hevur tikið stig til nýggjar talgildar møguleikar hjá harðskapsraktum kvinnum at seta seg í samband við Kvinnuhúsið. Sambært leiðaranum í Kvinnuhúsinum, Ann-britt F. Mortensen, er tað serliga í arbeiðstíð, at kvinnur hava møguleika at ringja til teirra, men hesin møguleiki er nú avmarkaður orsakað av korona-kreppuni. Tað er sosatt ein ítøkligur tørvur á meira hóskandi samskiftismøguleikum, og tí verður í løtuni arbeitt við eini loysn við einum kjattmøguleika á heimasíðuni, sum ikki kann sporast aftur á telefonini ella telduni. Tí tað elvir til stóra stúran, at kvinnur eru noyddar at “finna seg í harðskapinum”, tí tær ikki hava møguleika at tosa frítt, meðan tær eru í sínum egna heimi, siga Kvinnuhúsið og Amnesty International Føroyar.

– Longu løturnar heima økja um harðskapsringrásina, tí eingin sleppur út úr húsinum at fáa luft og frið. Tí er ein slík samfelagsstøða, sum vit uppliva í løtuni, við til at útloysa harðskap. Hetta økir um vandan fyri, at harðskapurin verður títtari og ógvusligari. Tað er tíverri eisini vandi fyri, at harðskapur tekur seg upp í familjum, har harðskapur ikki hevur verið áður. Hetta stendst av trýstinum, sum nógv liva undir, sigur Lisbeth Jessen, leiðari á kreppumiðstøðini Danner.

– Langtíðaravleiðingar av øktum harðskapi fara at vísa seg langt aftaná tíðina við “lock-down” og sóttarhaldi, og tí er neyðugt at raðfesta økið og atkomuliga hjálp bæði nú og framyvir. Tað er avgerandi, at myndugleikar gera alt fyri at tryggja, at harðskapsraktar kvinnur og børn fáa nøktandi vitan og atkomuliga hjálp, soleiðis at tey eru vard, og soleiðis at tey hava ein veruligan møguleika at søkja sær hjálp og trygd, hóast tey í løtuni eru avbyrgd heima stóran part av degnum, siga Kvinnuhúsið og Amnesty millum annað.