Korona: Her eru tey nýggju tilmælini

Tað verður lættari hjá summum at koma til Føroya og í summum førum kunnu fleiri fólk verða saman

Øll børn undir 12 ár, sum koma til Føroya, kunni verða kannað ókeypis fyri koronu

Øll børn undir 12 ár, sum koma til Føroya, kunni verða kannað ókeypis fyri koronu

Nú hava myndugleikarnir gjørt av at avtaka nakrar av teimum avmarkingunum, sum hava verið í gildið fyri at byrgja fyri, at koronu skal breiða seg í Føroyum.

Hann sigur, at nú er støðan so mikið góð, at tað er ráðiligt, men hann sigur samstundis, at enn er ov tíðliga at taka allar avmarkingarnar av.

Niðanfyri hava vit sett tey nýggju tilmælini, sum landsstýrið hevur sett í verk. Men annars eru øll onnur tilmæli um reinføri og frástøðu, framvegis í gildi.

Tey nýggju tilmælini eru hesi:

 

Ferðing

– Frá 1.apríl sleppa øll, ið eru liðugt vaksinerað, undan at fara í 6 daga heimauppihald.

– Fram til 30.juni verður tað framhaldandi eitt krav at lata seg kanna við komu til Føroya. Hetta kravið er eisini galdandi hjá teimum, ið eru liðugt koppsett.

 –Fyri øll, ið ikki eru vaksinerað, heldur tilmælið um 6 daga heimauppihald og negativa kanning á sætta degi annars fram til ultimo mai, tá ið bróðurparturin av Føroya fólki eftir ætlan er vaksineraður.

 – Børn undir 12 ár fáa nú boðið eina ókeypis kanning við markið. Hetta kemst av, at fleiri dømi eru um uttanlands, at nógv børn gerast smitta av nýggju frábrigdunum.

– Og føroyingum verður í løtuni mælt til avmarkaða ferðing út í heim, so leingi øll ikki eru vaksinerað. Vit mæla øllum til at fylgja almennu ferðavegleiðingunum, ið verða dagførdar regluliga.

 

Markið fyri, hvussu nógv fólk koma saman

– 200 fólk kunnu nú koma saman í skipaðum bólkum. Ein skipaður bólkur er ein bólkur, har tað er lætt og ómakaleyst at uppspora smittu, um tað gerst neyðugt.

Í hesum sambandi verður heitt á allar fyriskiparar um at venda sær til koronuráðgevingina um, hvussu tey ítøkiliga skulu skipa seg, so øll tiltøk verða skynsamt fyriskipað.

- - -

Løgmaður sigur, at hesi tilmælini verða eftirmett á páskum og eru vit framvegis í eini góðari støðu tá, er tað hugsandi at nakrar avmarkingar verða tiknar av afturat. Men enn dugir løgmaður ikki at meta um, hvussu verður við teimum ymsu tónleikafestivalunum og stevnunum, sum verða í summar. Men tað er ein spurningur, sum helst fer at vera umrøddur á páskum og so verður støðan tikin efir, hvussu støðan er tá.

Orsøkin til, at børn undir 12 ár kunnu verða kannað fyri einki, er, at tað vísir seg í londunum rundan um okkum, at eisini nígv børn verða smittað við teimum nýggju variantunum av koronu.

Øll børn undir 12 ár, sum koma til Føroya, kunni verða kannað ókeypis fyri koronu