Korona hevur ávirkað føroyskar fyritøkur

Fíggjarstøðan hjá størsta partinum av føroysku vinnuni er góð, hóast fyritøkur innan serliga ferðavinnu og gisti- og matstovuvinnu, hava mist stóran part av teirra sølu seinasta hálva árið. Hetta sigur Landsbanki Føroya

Mynd og kelda: Landsbankin.fo

Mynd og kelda: Landsbankin.fo

Í nýggjari frágreiðing hjá Landsbanka Føroya verður millum annað greitt frá, hvussu Covid-19 hevur ávirkað vinnuna. Talan er um eina frágreiðing um fíggjarliga støðufestið í føroyska bankageiranum fyri triðja ársfjórðing 2020.

– Fallið í innlánunum hjá vinnuni í mars og apríl mánað 2020 bendir á, at fyritøkurnar hava trekt uppá gjaldførið vegna mista sølu, tá stórur partur av samfelagnum læt aftur, skrivar Landsbanki Føroya. 

Innlánini hava stórt sæð verið vaksandi síðani 2014. Tó sæst eitt fall í innláninum í fyrru helvt av 2020.

– Fallið í innlánunum hjá vinnuni í mars og apríl mánað í 2020 bendir á, at fyritøkurnar hava trekt uppá gjaldførið vegna mista sølu, tá stórur partur av samfelagnum læt aftur.

Landsbankin sigur, at fíggjarstøðan hjá størsta partinum av føroysku vinnuni er góð, hóast fyritøkur innan serliga ferðavinnu og gisti- og matstovuvinnu, hava mist stóran part av teirra sølu seinasta hálva árið.

– Umframt hjálparpakkarnar, sum veittu inntøkustuðul til heimsendar løntakarar og fíggjarligan stuðul til fastar útreiðslur hjá fyritøkum, er avrokningin av MVG og gjaldsfreistin at rinda tollkreditt, longd. Hetta hevur styrkt um gjaldførið hjá vinnuni, og er væntandi ein av orsøkunum til, at vinnan ikki hevur eftirspurt meira fígging enn vanligt, hóast Covid-19 hevur gjørt um seg í Føroyum, sigur Landsbankin.

Eisini fíggjarstøðan hjá føroysku húsarhaldunum er sambært peningastovnunum góð; tey hava stór frívirði í sethúsunum og innlán í bankunum, og hava tí møguliga ikki stóran tørv á at læna pening.

Niðurstøðan hjá Landsbanka Føroya er:

– Yvirskipað tykist føroyski búskapurin at vera sloppin væl ígjøgnum fyrsta umfari av Covid-19. Húsarhaldini hava ikki biðið um skáa í størri mun, enn tey plaga, og størsti parturin av vinnuni hevur megnað at fóta sær við at nýta burturav egnari uppsparing og partvíst við at taka av tilboðnum um skáa frá bankunum. Enn eru útlitini tó óviss.

Mynd og kelda: Landsbankin.fo