Covid-19 heimsfarsóttin hevur broytt atburð, og tí eiga myndugleikar at vera varnir við at lata ov nógv av samfelagnum upp ov skjótt.
Søren Brostrøm, sum er stjóri í danska Heilsustýrinum, segði á tíðindafundi fyri løtu síðani, at ígjøgnum sonevndar mutatiónir hevur koronusmittan broytt síni eyðkenni – bretska frábrigdið smittar lættari og skjótari, enn korona gjørdi í fjør.
– Tað merkir, at um sjúkan blussar uppaftur, verður tað skjótari og ógvusligar enn áður. Byrjar ein nýggj smittuketu, fer hon at vaksa skjótari og við fleiri greinum, sigur Søren Brostrøm.
– Tí skulu vit gera meira fyri at avmarka smittuna, og tí mugu vit lata samfelagið upp varisligari, enn vit gjørdu í fjør, sigur hann.
Føroyar hava havt einstøk dømi um bretska frábrigdið av koronu, men hetta slagið av covid-19 hevur ikki breitt seg í føroyska samfelagnum, sum tað hevur gjørt í eitt nú Danmark. Í løtuni er bert ein føroyingur sjúkur við koronu.