Eg kendi meg lítlan, tí eg eri ungur og frískur, men knappliga lá eg har og hevði tørv á ilt. Eg var tann yngsti koronusjúklingurin, ið lá innlagdur á sjúkrahúsnum, sigur 24 ára gamli Jón Larsen, sum er ovfarin av, hvussu illa sjúkur hann varð av koronu og sum nú ávarar onnur um at taka koronusmittuna í álvara.
– Tað kendist, sum lunguni tiptust, og tað strammaði um bringuna. Eg tivaði og varð pøstur. Tá varð eg bangin, sigur hann frá.
– Men so fekk eg ein høgan fepur á 40,2 í fleiri dagar, og tá varð eg so mikið illa fyri, at eg orkaði ikki at hugsa um, hvussu eg andaði. Eg orkaði einki, sigur hann álvarsliga.
– Tað eru umleið fimm fet at ganga úr songini hjá mær og inn á vesið. Men bara hasi fimm fetini mátti eg samla mær mót til og hvíla meg í tíggju minuttir, eftir eg hevði verið á vesinum. Eg hevði eina vatnfløsku, og eg royndi at drekka nokk av vætu, men eg orkaði bara at fylla hana, tá eg kortini mátti upp og inn á vesið, sigur Jón Larsen, sum annars er ungur, frískur og væl fyri.
– So komu tveir menn í verndarklæðum eftir mær, og koyrdu masku á meg og settu meg í sjúkrabilin, leggur hann aftrat.
Les longri samrøðu við Jón Larsen í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið og talgildur her