Korona setti nýtt smittumet

Um vikuskiftið vórðu 308.000 nýggir koronutilburðir staðfestir kring heimin

Í 24 tímar frá leygardegnum til sunnudagin vóru 307.930 nýggir tilburðir av covid-19 staðfestir kring heimin. Hetta er nýtt dagsmet. Gamla metið var 306.857 og varð sett 6. september.

Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at flestu nýggju smittutilburðirnir vóru í India, USA og Brasil.

Í sama tíðarskeiði doyðu 5.537 fólk við koronusmittuni, og samanlagt hava nú 917.417 latið lív við smittuni.

Sambært einari greining hjá Reuters veksur talið á smittutilburðum í løtuni í 58 londum – eitt nú í Spania, Ukraina, Marokko, Indonesia og Argentina. USA og Brasil hava lækkandi tal á smittutilburðum.