Korona sleppur ikki at forða fyri einum serligum degi

– Men tilmælini um koronu skulu kortini haldast

Leygardagin verður tann afturvendandi, sermerkti dagurin í Tjørnuvík, tá ið tey fara í Stakkin eftir seyði. Tað er ein serligur dagur, sum plagdi vera ein fastur táttur í mentanardøgunum í Tjørnuvík. Nú hevur korona sett fót fyri mentanardøgunum, so teir eru avlýstir.

Men korona sleppur ikki at seta fót fyri stakksdegnum, siga tjørnuvíkingar, og leygardagin verður tískil farið í Stakkin og hetta er samstundis fyrsti rakstrardagur í Tjørnuvík í sambandi við slakti.

Í ár eru 13 seyðir at taka, tveir veðrar, fýra ær og sjey lomb. Tað ber til frá fremmandafólki at sleppa við, men tað er avmarkað luttøka.  

Tá ið tey koma aftur úr Stakkinum, til hittast tey í bygdahúsinum og síðan verða fýra seyðir flettir og limaðir sundur og seldir á uppboði. Men tað ber eisini til at keypa livandi seyð.

Men tey leggja kortini dent á, at tiltøkini í sambandi við koronu um frástøðu og reinføri, skulu haldast.