Korona: Tað er trygt at spæla fótbólt - til stuttleika

Vandin fyri at fáa koronu er lítil, vísir nýggj gransking

Savnsmynd

Savnsmynd

Tað er lítil vandi fyri at fáa koronu av at spæla fótbólt til stuttleika. Tað verður staðfest í nýggjari gransking, sum er eitt samstarv ímillum granskarar úr Føroyum, Danmark og Serbia. Tað er Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum, sum hevur staðið fyri tí føroyska íkastinum.

Úrslitið av granskingini er, at tá ið fólk spæla fótbólt til stuttleika, er so lítið kropsligt samband ímillum spælararnar, at tað er lítil og eingin vandi fyri at fáa koronu.

Í sambandi við granskininga varð kannað, hvussu ofta vanlig fólk, sum spæla heilsufótbólt, eru í vandastøðum, sum økja um vandan fyri at fáa koronu. Tað varð gjørt soleiðis, at GPS- mátingar frá eldri gransking í sambandi við heilsufóltbólt, eru greinaðar fyri at staðfesta, hvussu leingi fótbóltsspælarar eru í vandaøkinum, tá teir spæla heilsufótbólt.

Vandaøkið er, tá ið ein spælari er minni enn hálvan annan metur frá einum øðrum leikara. Sum heild er niðurstøðan, at hvør einstakur leikari eru í vandaøki í 34 til 115 sekund um tíman, og 80 prosent av tíðini er tað bara í tvey sekund hvørja ferð, at ein er í smittuvanda.

– Tískil er heilsufótbóltur ikki kontaktítrótt, men ein venjingarháttur við stuttum og tilvildarligum sambandi ímillum leikararnar. Og sostatt verður eisini mett, at heilsufótbóltur er ein tryggur venjingarháttur, er úrslitið av granskingini.

Við hesum úrslitinum í hondini, ber til at seta fyrimunin við at røra seg, upp ímóti vandanum fyri at fáa korona. Og tað ber til at seta fyrimunirnir av at varðveita hetta slagið av venjing, upp ímóti teimum sosialu og sálarligu avleiðingunum, tað kann hava at niðurleggja heilsufótbóltin.

Víst verður á, at eini 30 prosent av fólki røra seg minni enn tey mælt verður til, og hendan støðan er versnað um allan heim síðani korona fór at ganga.

– Samstundis er staðfest, at kropsligt virkni fyribyrgir, og eigur at vera partur av viðgerðini, av 26 varandi sjúkum. Tí mugu avgerðir um at steðga ítróttarvirksemi, byggjast á granskingarúrslit heldur enn á gitingingar sigur Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi.

Hann leggur aftrat, at fótbóltur er heimsins størsta ítróttargrein við umleið 250 milliónum virknum spælarum. Tí er spælið ómetaliga sunt, og hetta granskingarúrslitið gevur mynduleikunum eitt vísindaligt grundarlag at byggja sínar avgerðir á.

Savnsmynd