Korona tikið 83 prosent av søluni

– Tora Tourist hevði eina minking upp á heili 83 prosent í søluni í 2020 samanborið við 2019.

 

 

Regin Bláhamar, stjóri í Toru Tourist

Regin Bláhamar, stjóri í Toru Tourist

Tað sigur Regin Bláhamar, sum rekur ferðavinnufelagið Tora Tourist.

Regin Bláhamar skrivar á Facebook í morgun, at sjálvty um tey á Toru Tourist vilja vera optimistisk, so mugu tey eisini vera realistisk.

Tað eru út við 40 ár síðani, at »the grand old man« í føroyskari ferðavinnu, Sámal Bláhamar fór at gera bussferðir kring Føroyar við ferðafólki. Og stutt eftir at sonur hansara, Regin Bláhamar, tók yvir, hevur hann rent seg í stóru kreppuna, sum koronufarsóttin hevur volt føroyskari ferðavinnu. Meðan handilslívið hevur framgongd, so liggur øll ferðavinnan í andaleypi í løtuni uttan nakra almenn hjálp.

– Vónirnar fyri 2021 eru ikki góðar, men kanska vit fáa bjargað einum lítlum parti av árinum.

##med2##

– Vit hava nærum einki arbeiði til góðu starvsfólk okkara, bussførarar og ferðaleiðarar. Og vita vit ikki, um tey eru tøk, tá vit aftur fáa ferðafólkini hendavegin. Hóast eingi ferðafólk og harvið eingin inntøka, so hava vit enn fastar útreiðslur til løn til okkum, sum royna at halda felagnum koyrandi inntil gongd kemur á aftur. Men tá eingin inntøka er, ja tá er ringt at halda hjólunum malandi, skrivar Regin Bláhamar.

Hann sigur, at hjálparpakki 3 hjálpti eitt sindur, men langt frá so nógv, sum tey høvdu væntað.

– Tí vóna vit, at hann verður longdur soleiðis, at vit í minsta lagi hava fyri tær føstu útreiðslurnar, so leingi sum ferðavinnan liggur lamin.

Regin Bláhamar, stjóri í Toru Tourist

Feðgarnir báðir, Sámal og Regin Bláhamar