Upprunaliga ætlanin var, at útsølan í SMS skuldi byrja í dag, men hon er útsett í eina viku, so hon byrjar mánadagin í komandi viku.
Orsøkin er, at man vil forða ov stórum trýsti her og nú, soleiðis sum støðan er við korona í Føroyum í løtuni.
Samstundis hevur SMS longt freistina fyri at býta um jólagávurnar við eini viku. Upprunaliga var freistin at býta um jólagávur galdandi til í dag, men hetta er nú longt til komandi mánadag.
- Á tann hátt kunnu vit kanska fáa forðað fyri, at alt ov nógv fólk koma í senn at býta um jólagávurnar. Tað ber heldur ikki til at hava útsølu, meðan fólk framvegis kunnu býta jólagávurnar um, tí so blívur trýstið ov stórt, sigur Durita Nolsøe, býlingsstjóri í SMS.