Koronakreppan fekk Heiðu og Marie at hugsa øðrvísi

Koronafarsóttin hevur fingið Heiðu G. Nolsøe og Marie S. Berggreen at hugsa øðrvísi og kreativt, og PwC Danmark hevur umrøtt fyritøku teirra DropBucket sum ein av fyritøkunum, sum hava megnað at yvirlivað koronakreppuna

Koronafarsóttin hevur ávirkað virksemið hjá sera nógvum fyritøkum kring heimin. Ein av hesum fyritøkunum er Dropbucket, sum føroyska Heiða G. Nolsøe eigur og rekur saman við donsku Marie S. Berggreen. 

DropBucket er ein fyritøka, sum framleiðir burðardygg ruskíløt úr pappi, sum verða brúkt til alskyns stór og minni tiltøk í Danmark - eitt nú festivalar. 

Í videosamrøðu við PwC Danmark fortelur Marie S. Berggreen, hvussu koronafarsóttin hevur ávirkað fyritøkuna hjá henni og Heiðu G. Nolsøe. Vit hoyra í samrøðuni, at longu í mars, tá korona byrjaði at gera um seg, viðurkendu tær, at grundarlagið fyri DropBucket var burtur komandi tíðina, tí øll tiltøk blivu avlýst. Tí settu tær seg saman og umhugsaðu støðuna, og tær funnu so eina loysn, soleiðis at tær kundu halda fyritøkuni á lívi. Uppá heilt stutta tíð  framleiddu tær nakrar serligar skermar.

Hygg at samrøðuni her: