Kostaði 20.000 krónur at bróta sóttarhald

Ein maður í Noregi hevur fingið stóra bót fyri at koyra sær ein biltúr, meðan hann var í kravdum sóttarhaldi.

 

Ein maður í 20-unum í Lillestrøm í Noregi hevur fingið eina bót á 20.000 norskar krónur fyri at bróta reglurnar um sóttarhald. Hendingin fór fram í juni, og tað er politimeistarin í Oslo, sum hevur gjørt av at áleggja unga manninum bótina.

Maðurin, sum var smittaður við covid-19, hevði av heilsumyndugleikunum fingið álagt sóttarhald fram til 19. juni. Kortini var hann farin ein biltúr, men á vegnum heim aftur varð hann steðgaður av løgregluni.

Dagbladet skrivar, at fólk, sum hava fingið staðfest covid-19, skulu vera í sóttarhaldi í egnum heimi ella á øðrum egnaðum uppihaldsstaði og tíðin, sum sóttarhaldið fevnir um, skal vera í samsvar við tað, sum heilsumyndugleikarnir mæla til.