TIÐINDI     SOSIALURIN

Full fólk, húsaófriður og herverk

Vikuskiftið hjá løgregluni í Havn hevur verið eins og vikuskifti vanliga eru



Vikuskiftið hjá løgregluni í Havn hevur verið eins og vikuskifti vanliga eru. Løgreglan er tríggjar ferðir biðin um at koma út at basa húsaófriði, hon hevur tikið full fólk inn á støðina at sova og harafturat hevur hon fingið nakrar fráboðanir um herverk.

Í sambandi við húsaófrið, varð løgreglan í einum føri noydd at taka ein persón við á støðina at sova. Í hinum førunum var nóg mikið, at løgreglan kom á staðið.


Herverk

Sum vanligt, er onkur rútur brotin í býnum, og harafturat er ein postkassi hjá Eimskip skræddur niður. Á Landavegnum er eisini herverk framt móti tveimum húsum.


Harðskapur

Sunnumorgunin kom ein maður á løgreglustøðin at boða frá, at harðskapur var framdur móti honum. Hann var sligin harðliga í nakkan við onkrum luti, og varð neyðugt at seyma sárið aftur. Maðurin visti at siga, hvør tað var, ið hevði framt harðskapin móti sær, so brotsmaðurin verður nú skuldsettur.

Annars er onkur tikin fyri rúsdrekkakoyring um vikuskifti. Løgreglan sigur tó, at hesi ikki eru tikin í sambandi við ferðsluóhapp, men í sambandi við vanligar kanningar.





Púra friðarligt


Løgreglustøðirnar aðrastaðni kring landið boða annars frá einum friðarligum vikuskifti. Løgreglan hevur verið nógv úti og koyrt , men einki hevur verið at fílast á.

Í Eysturoynni var stórur dansur um vikuskiftið, og nógv ferðsla var í hesum sambandi. Men løgreglan í Runavík sigur, at einki var at seta fingurin á í hesum sambandi. Tó var ein tikin fyri at koyra við kenning í Eysturoynni um vikuskiftið, men hesin var eisini tann einasti.