Kostar skip og manning einar 20 milliónir krónur

Tað er ein stórur fíggjarligur smeitur, sigur Annfinn Olsen, reiðari

Sleppa føroysk skip ikki í bretskan sjógv at fiska makrel nú í januar mánað. Tað sigur Anfinn Olsen, reiðari, við FM1.

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, er naggatódn komin í samráðingarnar ímillum Føroyar og Bretland, tí er óvist um føroysk skip sleppa í bretskan sjógv av fiska enn.

https://www.in.fo/news-detail/news/enn-er-ringt-at-sig-um-vit-faa-nakra-semju/Les eisini: Enn er ringt at sita um vit fáa nakra avtalu

Anfinn Olsen sigur, at eitt er tað, at sleppa vit at fiska í bretskum sjógvi, er tað eyðvitað, at tað leingir vertíðina. Men tað er líka ringt, at prísurin fyri makrelin, vit kunna fiska í bretskum sjógvi hesa tíðina, er nógv hægri enn annars.

Hann sigur, at talan er um ein rættiliga stóran prísmun, at tað er stóran mun hjá bæði skip og manning. Tilsamans kann verða um einar 20 milliónir minni í inntøku hjá skipi og manning, sigur hann.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr reiðaran greiða frá, hvussu hetta fer at ávirka støðuna.