Áheitan á føroysk sjófólk

Sjóvinnustýrið hevur sent út eina áheitan til føroysk sjófólk við føroyskum sjóvinnubrøvum.

Nýggj krøv til sjóvinnubrøv sambært STCW-sáttmálanum kemur í gildi tann 1. januar 2017. Eftir 1. januar 2017 skulu øll sjófólk, bæði brúgvayvirmenn og maskinyvirmenn, hava eitt STCW-áteknað sjóvinnubræv eftir STCW Manila 2010 sáttmálanum.

 

- Í hesum sambandi heita vit á sjófólk, sum hava føroysk sjóvinnubrøv sambært STCW 95 sáttmálanum um at kunna seg um treytirnar í samband við tey krøv, sum verða sett til sjóvinnubrøvini frá 1. januar 2017.

 

Sjóvinnustýrið vísir á, at krøvini tó ikki eru til brúgvayvirmenn við fiskiskipum. Sjóvinnubrøvini til brúgvayvirmenn við fiskiskipum verða útskrivað sambært STCW-F sáttmálanum.

 

- Av tí, at talan er um nógv føroysk sjófólk og nógv sjóvinnubrøv, sum fara úr gildi tann 31. desember 2016, verður heitt á sjófólk um at søkja um sjóvinnubræv sambært STCW 2010 sum skjótast. Verða skeiðskrøv sett til sjóvinnubrævið, verður heitt á sjófólk um seta seg í samband við skeiðsveitara, sum skjótast fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag

 

Sjóvinnustýrið er nú á fyrsta sinni farið at útskriva sjóvinnubrøv til skipselektrikarar og førleikaprógv til skipselektrikarar, fulltiknar dekkarar, skipsatstøðarar og fulltiknar motormenn.

 

- Vit heita á sjófólk um at søkja um hesi sjóvinnbrøv ella førleikaprógv í góðari tí, tá ávís bíðitíð kann væntast. Viðgerðartíðin hjá okkum er skiftandi. Sjófólk hava møguleika at kunna seg um longdina á viðgerðartíðini á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum www.fma.fo.