Koyrdi dýrandi fullur – men slapp undan revsing

Akfarið, hann koyrdi á, stendur ikki nevnt í lógini og so kundi hann ikki revsast

Nú skal lógin um lendisakfar broytast, soleiðis, at fleiri akfør verða umfatað av reglunum um lendisakfar. Tað ætlar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og tað fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um.

Hann sigur, at orsøkin til hetta, er, at fyri tveimum árum síðani varð ein tikin fyri at koyra dýrandi fullur á einum lendisakfari. Viðkomandi hevði eina promillu í blóðinum upp á heili 2,07, tá ið hann varð tikin á almennum vegi á einum lendisakfari, sum ikki var skrásett.

Men viðkomandi varð fríkendur, tí Føroya Rættur metti ikki, at viðkomandi kundi dømast. Niðurstøðan hjá dómaranum var nevniliga, at hetta ítøkiliga lendisakfarið var ikki umfatað av lýsingini av, hvat eitt motordrivið akfar er. Tí var niðurstøðan, at viðkomandi kundi ikki dømast eftir reglunum í ferðslulógini um at koyra við kenning.

Tí er ætlanin at broyta lógina við tí endamáli, at slíkt ikki skal kunna henda aftur, og tí verður hugtakið, lendisakfør víðkað, so at akfør, sum tað, ið talan var um í hesum føri, eisini er umfatað av lógini.

Ássetingin um lendisakfør kom inn í ferðslulógini í 2012. Har verður lendisakfar lýst sum eitt motordrivið akfar á fýra hjólum, ella fleiri, og við eini eginvekt yvir 190 kilo. Motororkan skal vera størri enn 15 kW. Akfarið skal vera útgjørt við last ella viðførisberara.

Endamálið er at víðka allýsingina av lendisakførum soleiðis, at persónar, sum koyra ávirkaðir á almennum vegi á einum lendisakfri, sum ikki er skrásett lendisakfari, eisini verða fevndir av ferðslulógini og harvið eisini kunnu revsast, sigur landsstýrismaðurin í viðmerkingum til uppskotið.