Koyrdu alt ov skjótt - og tað kostar

Løgreglan tók fýra bilførarar í gjárkvøldið

Í gjárkvøldið var løgreglan runt umkring og kannaði ferðsluna og tey høvdu eisini ferðmátaran við.

Í hesum sambandi vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Tveir av teimum koyrdu so mikið skjótt, at teir fingu klipp í koyrikortið, so teir lógu upp ímóti 110 kilometrum um tíman, har tað er loyvt at koyra 80.

Men tveir aðrir bilførarar koyrdu so mikið skjótt, at teir missa koyrikortið treytað. Teir koyrdu upp ímóti 130 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80 og sostatt mugu teir upp til nýggja koyriroynd, annars missa teir koyrikortið.

Harumframt fáa teir eisini nakrar túsund krónur i bót

Annars hevur løgreglan eisini verið á ferð í nátt og klipt nummarpláturnar av fýra bilum, sum hava verið í eftirstøðu fyri vegskatt, trygging.