Koyrdu øgiliga hampiliga í gjár

Løgreglan gjørdi ferðmátingar fleiri staðni í gjár

Í gjár var løgreglan á ferð við lasaratólinum at máta, hvussu skjótt bilar koyrdu. Um tað er vandin fyri hálku, sum hevur fingið bilførarar at slaka av, skal vera ósagt, men undir øllum umstøðum vóru tað fáir bilførarar, sum vórðu tiknir.

Løgreglan sigur, at í tí, tey kalla suðurøkinum, tað er í meginøkinum, fingu fimm bilførarar bót fyri at koyra ov skjótt. Tann eini av teimum koyrdu 76 kilometrar um tíman í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80, so hann fekk eitt klipp í koyrikortið.

Ferðmátingar vórðu eisini gjørdar í tí, tey kalla norðurøkinum, tað er eyðsæð norðan fyri, men har varð eingin bilførari skrivaður upp.

Løgreglan sigur, at hetta samdøgurið hevur tað annars verið so friðarligt sum sjáldan áður.