Koyrikortið hjá tveimum bilførarum í vanda

Tað var fyri lógarbrot av hvør sínum slagi

Í gjár varð tvær ferðir ringt til løgregluna at boða frá ferðsluóhappi í Vágum og talan um umstøður av slíkum slagi, at koyrikortið hjá báðum bilførarunum er í vanda.

Fyrru ferð var í gjáramorgunin, tá ið løgreglan fekk boð um, at ein bilur við skaða stóð við ein garð í Sørvági. Løgreglan sigur, at tað talan er um ein bil, sum hevur rent á ein stakitt av timbri og hevur tikið finn – seks metrar av garðinum við sær.

Fólk varnaðust óhappið beint eftir at tað var hent, so løgreglan veit, hvør førarin er. Illgruni er um, at hann var ikki edrúur, so blóðroynd varð tikin av honum.

Í slíkum førum er seks tíma-reglan galdandi. Tað merkir, at er ein bilførari í einum óhappi við hampiliga stórum skaða, hevur hann ikki loyvi at drekka teir fyrstu seks tímarnar aftan á. Ger hann tað, verður tað - í lógarinnar bókstavi - tikið sum um hann hevði drukkið tá ið óhappið hendi, so vísir blóðroyndin, sum varð tikin nakað aftan á, at hann var ávirkaður, verður hann ákærdur fyri at hava koyrt við kenning.

Á Miðdegi varð aftur boðað frá ferðsluóhappi í Vágum. Tað varð ein bilur, sum skuldi av ídnaðarøkinum oman fyri flogvøllin. Ein bilur kom koyrandi eftir Landsvegnum, eystureftir ímóti Vatnsoyrum, og tá ið hann var farin framvið,snaraði bilførarin av ídnaðarøkinum út á landsvegin. Men hann hevði ikki ansað eftir, at bilurin, sum kom eftir landsvegnum, var munandi longri enn vanligt, tí hann hevði ein bátavogn, so hann rendi á bátavognin.

Av trygdarávum fór eitt ferðafólk í bilinum undir læknahond til kanningar, men at síggja til var ikki talan um nevniverdan skaða.  Løgreglan sigur, at bátavognurin er ein partur av bilinum, so bilførarin, sum kom av ídnaðarøkinum, verður skuldsettur fyri at hava brotið sína treytaleysa vikiskyldu og tá ið skaði stendst av slíkum broti, kann hann vænta at missa koyrikortið.