Londini, sum eru við í nýggjari kanning og samanburði, eru Avstralia, Kanada, Írland, Ný Zæland, Noreg, Stórabretland og Danmark.

Krabbamein: Fleiri og fleiri gerast frísk

Millum sjey rík lond liggur Danmark í miðjuni yvir lond, har flestu krabbameinssjúklingar gerast friskir.

 

Londini, sum eru við í nýggjari kanning og samanburði, eru Avstralia, Kanada, Írland, Ný Zæland, Noreg, Stórabretland og Danmark.

 

Tað eru fleiri og fleiri, sum yvirliva krabbamein í Danmark, men tað er framvegis pláss fyri, at donsku hagtølini verða enn størri og betri. Seinastu 20 árini hevur nevniliga verið eitt lop í tølunum yvir sjúklingar, sum yvirliva krabbamein á donskum sjúkrahúsum.

Eitt nú er talið av teimum, sum yvirliva krabbamein í langa og endatarmi, nógv vaksið. Tó eru tað framvegis lond, sum hava enn betri tøl at vísa á, enn Danmark hevur. Tað vísir ein nýggj samanbering millum Danmark og seks onnur rík lond, sum Kræftens Bekæmpelse hevur verið partur av.

Fyri sjúklingar í Danmark er talið av teimum, sum yvirliva krabbamein í langa og endatarmi í meira enn fimm ár, vaksið við ávikavist 17 og 21 prosentum árini 1995 til 2014. Men, yvirskipað yvirliva eisini fleiri og fleiri í øllum sjey londunum, sum eru við í kanningini.

Londini, sum eru við í nevndu kanning, eru Avstralia, Kanada, Írland, Ný Zæland, Noreg, Stórabretland og Danmark.

Millum tey úrslit, sum fella í eyguni, eru úrslit, sum Danmark stendur fyri, og her er serliga talan um góðu hagtølini innan krabbamein í langa og endatarmi. Tá ræður um lungnakrabba hava danir eisini góð tøl at vísa á, tí her eru nevniliga betringar í tølunum við 11 prosentum árini 1995 til 2014.

Í kanningini og samanburðinum millum nevndu lond verður hugt at sjey ymiskum sløgum av krabbameini. - Vit hava alla orsøk til at gleða okkum yvir framgongdina, sum er innan tað at yvirliva krabbamein. Hetta eru úrslit av drúgvum arbeiði á krabbameinsøkinum í Danmark seinastu 20 árini.

Tað sigur stjórin í Kræftens Bekæmpelse, Jesper Fisker, sum vísir á, at framdar eru fýra krabbameinsætlanir, krabbameinspakkar, sum tryggja skjóta atgongd til kanning og viðgerð, og her eru nýggjar og betri viðgerðir, sum hava viðvirkað til góðu gongdina.

- Hesi átøk hava gjørt, at Danmark nú telist millum tey lond í heiminum, sum hava havt størstu framgongdina í at yvirliva krabbamein, leggur hann aftrat.

##med2##

Hóast tølini hjá Danmark er nógv betraði seinastu árini, er kortini pláss fyri enn størri betringum. Londini, sum hava tey avgjørt bestu tølini at vísa á, eru Avstralia, Kanada og Noreg, meðan Danmark liggur í miðjuni millum áðurnevndu lond.

Eitt nú hava sjúklingar í Avstralia við krabbameini í langa og endatarmi framhaldandi størri møguleikar at yvirliva enn sjúklingar við somu sjúku í Danmark, hóast stóru framgongdina, sum Danmark hevur havt á júst hesum øki.

Innan krabbameini í vælindi og brisi (búkspýttkertli) eru betringar eisini hendar í Danmark seinastu árini, og her vóru ávikavist 15 og 10 prosent á lívi eftir fimm árum, meðan tølini í Avstralia vóru ávikavist 24 og 15 prosent.

Nýggja kanningin fevnir um dátur hjá 3,8 miljónum krabbameinssjúklingum í nevndu sjey londum, og tað eru granskarar hjá einum stovni undir WHO, nevndur IARC (International Agency for Research on Cancer), sum hava gjørt kanningina.

Gerda Engholm er hagfrøðingur hjá Kræftens Bekæmpelse, og hon hevur ábyrgd av donsku tølunum í kanningini. - Felags fyri londini í kanningini er, at hetta eru rík lond við ríkisfíggjaðari heilsuskipan og góðari hagtalsskipan innan viðgerð av krabbameini.

- Tað er eisini hetta, sum ger, at tølini kunnu samanberast, sigur hon.

Hagfrøðingurin leggur aftrat, at í einari aðrari kanning fer at verða hugt nærri at, hvussu tað ber til, at tølini yvir tey, sum yvirliva, hóast alt eru so ymisk frá einum landi til annað, tá umstøðurnar fyri lekidómi í londunum annars eru nøkulunda tær somu.

Kelda: cancer.dk

Londini, sum eru við í nýggjari kanning og samanburði, eru Avstralia, Kanada, Írland, Ný Zæland, Noreg, Stórabretland og Danmark.

Jesper Fisker, stjóri í Kræftens Bekæmpelse.