Krás við góðum døgurðamati

Krás er framleiðari av døgurðamati og viðskera, og framleiðsluvirkið í Hósvík eigur eisini heimsins besta livurpostei

 

Matvøruvirkið Krás er staðsett á bryggjuni í Hósvík, og eigari er Poul Hansen samtakið. Fyritøkan byrjaði á gólvinum í heilsølubygninginum á Hálsi tíðliga í áttatiárunum og kom ikki til Hósvíkar fyrr enn í 2003. Tá var MBM Kjøt í bygninginum.

MBM Kjøt og Krás samstarvaðu í eina tíð, men so valdi MBM at gevast við sínum virksemi við kjøti. Poul Hansen samtakið yvirtók bygningin í 2004 og hevur rikið matvøruvirkið síðan.

Á Krás eru í løtuni 13 ársverk, og umstøðurnar á virkinum í dag eru sera góðar.

Í 2009 var sláturhøll bygd upp í virkið vestur eftir, og í 2017 varð bygt upp í goymsluna til køling og frysting og turrgoymslu suðureftir.

Høvuðsframleiðslan er døgurðamatur, sum fer út til handlarnar og soleiðis út til privatbrúkaran. Í øðrum lagi framleiðir Krás til kantinur og matstovur, og í triðja lagi framleiðir fyritøkan lagurvørur av ymiskum slagi hjá Poul Hansens samtakinum.

Millum lagurvørurnar er tað, tey kunnu rópa flaggskipið hjá framleiðsluvirkinum, og her er sjálvandi talan um Krás-livurpostei, sum mong meta at vera heimsins besta livurpostei.

Vørurnar hjá matvøruvirkinum í Hósvík fara um alt landið.

Krás ger eisini onkrar nýggjar vørur, og millum hesar kann nevnast tað, sum rópt verður ”convience”, ið verður leverað sum liðugtvøra á einum alubakka. Vøran á hvørjum bakka sær er ætlað tveimum til trimum fólkum, og bakkarnir skulu einans setast í ovnin í einar 30-45 minuttir. So er maturin klárur at seta á borðið.

Hetta eru skundverðar, sum er heitur matur eftir stuttari løtu.

Umframt góðan døgurðamat, framleiðir Krás eisini nógvan leskiligan viðskera.