Kredittvirðið hjá Føroyum veksur

Rating fyritøkan Moody’s hevur hækkað føroysku ratingina frá Aa3 við støðugum útlitum upp í Aa2 við støðugum útlitum. Orsøkin til hækkingina er millum annað, at Eysturoyartunnilin er skotin ígjøgnum

 

 

Føroyar hevur við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 23 stig, skrivar Landsbanki Føroya í tíðindaskrivi.

Dømi um onnur lond við rating Aa2 eru Frakland og Bretland.

Høvuðsorsøkin til betraða kredittvirðið er, at fíggjarligi váðin í sambandi við Eysturoyartunnilin er næstan burtur. Seinasta skotið varð latið av í juni, og tá var sonevndi bygningsváðin hjá landinum burtur.

Moody var og vitjaði í Føroyum í juni, og nú er metingin vorðin almenn.

Umframt at Eysturoyartunnilin er skotin ígjøgnum eru fíggjarlig og búskaparlig lyklatøl fyri Føroyar betri enn frammanundan væntað, skrivar Landsbanki Føroya í tíðindaskrivinum.