Krevja 500 milliónir inn - lata helvtina útaftur

Ikki so mikið sum helvtin av inntøkunum, landskassin hevur av teimum, sum koyra bil, verða brúktar upp á at bøta um vegakervið

Hesir kasta væl av sær í landskassan, men teir fáa ikki meiri enn helvtina aftur

Hesir kasta væl av sær í landskassan, men teir fáa ikki meiri enn helvtina aftur

Landskassin krevur meiri enn tvær ferðir so nógvar pengar inn frá teimum, sum koyra bil, sum tað, ið verður brúkt upp á ábøtur á vegakervið, og til nýgerð.

Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, vildi hava tølini á borðið, tí hann vil hava betri samsvar ímillum tað, landskassin krevur inn upp á bilar, og bilakoyring, og so tað, sum verður brúkt upp ábøtur og umvælingar á vegakervinum, og til nýgerð.

Landsverk fær ikki nógv mikið av pengum at halda vegir, brýr og tunlar fyri og sostatt versnar støðan alsamt. Summi halda, at uppskriftin er einføld, tí tað er bara at játta pengarnar, sum landskassin krevur inn frá ferðsluna, aftur til ferðsluna. Men onnur hava so ført fram aftur ímóti, at so fara pengar at mangla í onkra aðrastaðni.

Jørgen Niclasen sigur, at í fjør, og í ár, er inntøkan hjá landskassanum einar 500 – 550 milliónir frá teimum, sum koyra bil.

Heilt ítøkiliga stava hesar inntøkurnar frá skrásetingargjaldi av nýggjum bilum, umframt inntøkum av mvg, tolli og punktgjøldum av nýggjum bilum. Inntøkurnar av vegskatti, og avgjaldi á bensin og diesel, eru eisini tiknar við.

Men í roynd og veru eru tølini hægri enn so, tí Jørgen Niclasen ger vart við, at inntøkurnar hjá tunnilsfeløgunum av bummgjøldum í undirsjóvartunlunum eru ikki taldar við. Tær inntøkurnar vera einar 200 - 250 milliónir um árið, tá ið bummgjøldini í Eysturoyartunlinum verða tald við.

Hinvegin verða 230 – 350 milliónir brúktar um árið upp á ábøtur á vegakervið, og til nýgerðir. Eisini í hesum sambandi ger hann vart við, at játtanin til felagið, sum ger Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, er ikki við. Tann játtanin er 50 milliónir um árið.

Hann leggur eisini aftturat, at í løtuni byggir felagið undirsjóvartunlar fyri einar 350 milliónir um árið, og tann upphæddin er so heldur ikki tikin við. Sostatt eru allar inntøkur og útreiðslur í sambandi við undirsjóvartunlarnar ikki við í hesum roknistykkinum.

Hesir kasta væl av sær í landskassan, men teir fáa ikki meiri enn helvtina aftur