Krevja at býráðið í Havn sleppur kollveltandi ætlan

Fakfelag setir nú føtur í spenni ímóti Tórshavnar Býráð

Tórshavnar býráð skal steðga ætlanini at leggja ansingarstovnarar til børn saman í fimm eindir, har hvør eind skal fáa ein eindarleiðara.

Hetta kravið setir Pedagogfelagið fram í eini fráboðan í kvøld.

Tórhavnar Býráð arbeiðir við eini ætlan, sum fer at kollvelta alt barnaansingarøkið í kommununi.

Eftir ætlanini skulu teir 37 dagstovnarnir í kommuni leggjast saman í fimm eindir, og hvør eindin skal so fáa ein eindarleiðara, sum skal vera millumlið ímillum leiðaran á hvørjum einstøkum stovni, og umsitingina í býráðnum.

Men nú ger Pedagogfelagið greitt, at hetta verður ikki góðtikið og tí skal býráðið steðga ætlanini.

Ístaðin fyri skal býráðið geva leiðaranum á hvørjum einstøkum stovni størri játtan, soleiðis at hann kann virka sum leiðari.

Pedagogfelagið sigur, at á býráðið hevur kunnað álitisfólkini og starvsfólk á dagstovnunum um, at tað eru ov fá starvsfólk á ansingarstovninum, tá ið hugsað verður um øktu krøvini til tað námsfrøðiliga arbeiðið á stovnunum.

– Vit fegnast um at kommunan viðurkennir eina høvuðsavbjóðing á dagstovnaøkinum. Men vit eru sannførd um, at eindarleiðslur fara ikki at hjálpa upp á námsfrøðiligu dygdini, sum er ætlað børnunum á dagstovnunum, sigur Pedagogfelagið.

Felagið sigur, at tey vita, at tað er játtanin til pedagogar sum er størsta avbjóðingin,  dagstovnarnir hava, og tí eru tey eisini sannførd um, at pengarnir, sum ætlanin er at brúka upp á eindarleiðslur, høvdu gjørt størri mun inni á dagstovnunum.

– Vit krevja, at Tórshavnar kommuna steðgar ætlanini við eindarleiðslu og gevur verandi leiðarum fígging og álit til at útinna sítt starv, sigur Pedagogfelagið.