Vodafone yvir átta milliónir í avlopi

Ársúrslitið hjá Vodafone vísir eitt avlop á 8,4 milliónir krónur. Hetta er næst besta úrslitið hjá felagnum nakrantíð. Í fyrraárið var met ár, tá var avlopið 10,7 milliónir krónur.

- Seinnu árini hava úrslitini verið á góðari leið. Góð úrslit koma ikki av sær sjálvum - tey eru okkara dugnaligu starvsfólkum fyri at takka, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Vodafone. 

Gudny Langgaard vísir á, at ein orsøk til, at úrslitið hóast alt ikki var betri, er at felagið hevur givið stórar príslækkingar seinastu tíðina.

- Kappingin á fjarskiftis¬marknaðinum – herundir príslækkingar fyri reiking í útlandinum og internet á fartelefonini – ávirkaðu eisini umsetning og úrslit. Eitt nú fór Vodafone í fjør at bjóða fría talu og bíligari data í Norðurlondum og Europa, og datapakkar í Føroyum gjørdust eisini munandi bíligari, sigur Gudny Langgaard.