Krevur at tey verða liðug mánadagin

Løgtingið fer í jólafrí næsta fríggjadag - og tá skal alt vera avgreitt

Tey skulu í jólaferiu næsta fríggjadag og tá skal alt vera liðugt

Tey skulu í jólaferiu næsta fríggjadag og tá skal alt vera liðugt

Mánadagin skal Vinnunevndin hjá Løgtinginum vera liðug at viðgera málið, nýggja samgongan hevur lagt fyri Løgtingið um at gera fiskivinnuskipanina, og at avtaka fleiri broytingar, undanfarna samgonga setti í verk.

Tað hevur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, gjørt av.

Vinnunevndin fekk málið til viðgerar tann 7. november, og eftir reglunum hevur hon so ein mánað at avgreiða málið. Sostatt var freistin úti 7. desember, sum var leygardagin, men Vinnunevndin er ikki liðug enn.

Í slíkum førum ber til hjá eini nevnd at biðja løgtingsformannin um at fáa freistina longda, og tað plagar løgtingsformaðurin at ganga á møti.

Tann møguleikan hevur Vinnunevndin brúkt, og tú hevur hon biðið løgtingsformannin um at leingja freistina til 30. desember.

Vinnunevndin sigur í umbønini, at málið er rúgvismikið og hevur stóra ávirkan á, hvørjar umstøður fiskivinnan skal hava at virka undir í framtíðini. Tí hevur Vinnunevndini brúk fyri betri tíð at viðgera málið, sigur nevndin í eini umbøn til løgtingsformannin.

Men løgtingsformaðurin vil ikki ganga umbønini á møti. Jógvan á Lakjuni hevur svarað Vinnunevndini aftur, at Løgtingið fer í jólafríð næsta fríggjadag, 20. desember og ætlanin er ikki at hava løgtingsfund ímillum jól og nýggjár.

Hann leggur afturat, at samstundis skal nýggja fiskivinnuskipanin koma í gildi tann 1. Januar.

Tí er hann bara sinnaður at leingja freistina til mánadagin, tað er 16. desember, tí so nevur nevndin nakrar dagar afturat at avgreiða málið í.

Tá ið orðaskiftið hevur verið í Løgtinginum hesa nýggju fiskivinnuskipanina, hevur andstøðan átalað, at málið verður skrumblað ígjøgnum.

Samstundis hava tinglimir í samgonguni víst á, at eftir teirra tykki hevur tað stóran týdning at fáa andstøðuna til at taka undir við málinum eisini, tí annars verður fiskivinnuskipanin bara broytt eina ferð afturat, tá ið ein nýggj samgonga verður.

Teir vóru eisini til reiðar at útseta gildiskomuna í eini roynd at fáa andstøðuna at taka undir við tí.

Samstundis mestsum kravdi Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, at samgongan hevur eina lóg klára um, hvussu fiskivinnan skal skattast, og tað skal vera samstundis sum fiskivinnuskipanin verður broytt.

Tí er skattalógin ikki klár samstundis, fara vit at standa við einum stórum trupulleika, og tað er ikki hann trupulleiki, hann ætlaði sær at standa við.

Men samgongan hevur ikki lagt nakra lóg fyri Løgtingið um, hvussu fiskivinnan skal skattast, so fiskivinnuskipanin verður broytt, áðrenn skattalógin er samtykt.

https://www.in.fo/news-detail/news/nu-fara-vit-undir-tad-skitna-arbeidi/?no_cache=1Les meri um tað her: Nú fara vit undir tað skitna arbeiðið

Tey skulu í jólaferiu næsta fríggjadag og tá skal alt vera liðugt