Trump loyvir Barr at almannakunngera Russland-frágreðing

Donald Trump, forseti, William Barr, løgmálaráðharri og Robert Mueller, stróri í FBI og serligur ákæri (Foto: MANDEL NGAN, NICHOLAS KAMM, SAUL LOEB/Ritzau Scanpix)

Donald Trump, forseti, William Barr, løgmálaráðharri og Robert Mueller, stróri í FBI og serligur ákæri (Foto: MANDEL NGAN, NICHOLAS KAMM, SAUL LOEB/Ritzau Scanpix)

Løgmálaráðharrin ger sjálvur av, um hann almannakunnger frágreiðingina frá serliga ákæranum í fullari longd.

 

Um forsetin sjálvur skal taka avgerðina, so sleppur almenningurin at lesa frágreiðingina frá serliga ákæranum, Robert Mueller, sum í tvey ár hevur kannað, um samstarv var millum Russland og Trump-kampanjuna í 2016.

 

– Tað órógvar ikki meg tað allarminsta, sigur Trump sambært tíðindastovuni AP.

 

Tað er tó ikki hann, men løgmálaráðharrin, William Barr, sum skal gera av, um frágreiðingin skal almannakunngerast í fullari longd, leggur forsetin dent á.

 

Higartil hevur almenningurin bara frætt um hana í einum brævi, sum Barr hevur sent politikarum í kongressini.

 

Úr brævinum framgongur, at tað ikki var samstarv millum Trump-kamjanuna og Russland í valstríðnum í 2016.

 

Har er eingin »skelvandi skambyrsa«, sum vísir, at Trump-umsitingin hevur roynt at tarna kanningunum hjá Robert Mueller. Men hann verður tó ikki reinsaður fyri hetta.

 

Frágreðingin kemur ikki til tað niðurstøðu, at Trump einki ólógligt gjørdi, men hon fríkennir hann heldur ikki, skrivar Mueller sambært løgmálaráðharranum í frágreðingini.

 

/ritzau/