Krígsskip er á Skálafjørðinum

Amerikanski oyðarin USS Donald Cook legði í morgun at í Runavík, har hann verður liggjandi í nakrar dagar

Eitt stórt amerikanskt krígsskip legði í morgun at í Runavíkar havn. Har verður tað liggjandi teir næstu dagarnar.

Talan er um oyðaran USS Donald Cook, sum átti sín leiklut, tá ið spenta støðan var millum NATO og Russland, eftir at Putin hevði tikið hálvoynna Krim frá Ukreina. Bæði í apríl og desember 2014 var USS Donald Cook í Svartahavinum fyri at vísa, at USA og Nato stuðlaðu Turkalandi og høvdu eyga við, hvør gongdin var í økinum har á leið.

USS Donald Cook er frá 1998. Skipið er 154 metrar langt, tað hevur 100 túsund hesakreftir motor og gongur 30 míl.

Manningin telur fram ímóti 300.